Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.09.2022 08:53

Sonni & Tobbi vunnu “Av Skipanesi til Æðuvíkar”

Mynd: Tórbjørn Jacobsen

Vælumtøkta og stuttliga spurnarkapping “Av Skipanesi til Æðuvíkar”, sum hevur verið eitt afturvendandi tiltak á eystararmi á Skálafjørðinum, var hildin í gjárskvøldið í Løkshøll í Runavík.

Stúgvandi full Løkshøll av fólki í sera góðum lag. Við væluppløgdum vertum, var undirhaldi allatíðina í topp.

Sonni L. Petersen og Torbjørn Jacobsen, sum báðir eru vælvitandi menn og aktivir býráðspolitikkarir, vunnu kappingina. Í finaluni vunnu teir á Jóannesi Djurhuus og Eli Lassen.

Vinnarinir vunnu steyp, sum í ár eru latin av Hotel Runavík. Inntøkurnar av tiltakinum fara allar til fótbóltsfelagið NSÍ.