Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.01.2024 12:08

Sólja er sett í starv á Visit Runavík

Sólja av Skarði

Runavíkar kommuna

Sólja av Skarði er 33 ára gomul og búsitandi í Havn. Hon hevur holla ástøðiliga bakgrund við útbúgving sum master í fólkalívsfrøði.

Hon hevur viðkomandi starvsroyndir umframt góðar málsligar førleikar í føroyskum, enskum og íslendskum.

Sólja byrjar í starvinum 30. januar 2024. Tað vóru 11 umsóknir til starvið.