Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.04.2024 14:03

Soleiðis verður spælt í fjórðingsfinalunum

Heðin Arge, vertur í Televarpinum, og Jann Ingi Petersen, ið tók sær av lutakastinum í sambandi við fjórðingsfinalurnar - Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Nú er greitt, hvussu tey átta liðini møtast í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið, sum verða spældar mikudagin 8. og hósdagin 9. mai.

Hóskvøldið, sum var flaggdagin 25. apríl, var lutakast um, hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum í steypakappingini hjá monnum.

Tey sjey liðini, ið komu víðari úr 1. umfari, eru TB, Víkingur, HB, AB, B68, EB/Streymur og B36. Áttandi liðið í kappingini er NSÍ, sum eftir lutakast til 1. umfar slapp beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar, sum verða spældar mikudagin 8. og hósdagin 9. mai.

Lutakastið háttaði seg soleiðis, at Víkingur fekk heimavøll móti AB, TB fær vitjan av B68, B36 og NSÍ spæla í Havn, og við Margáir í Streymnesi tekur EB/Streymur ímóti HB.

Hetta hevur samstundis við sær, at broytingar mugu gerast í leikskránni í Betrideildini og í 1. deild hjá monnum. 

Dystirnir í Betrideildini millum NSÍ og 07 Vestur, og Skála og HB eru fluttir til mánadagin 13. mai, meðan dysturin millum B68 og ÍF er fluttur til týsdagin 14. mai.

Í 1. deild er talan um dystirnar millum TB og HB, og AB og B71, ið skuldu vera leygardagin 11. mai. Hesir verða ístaðin spældir sunnudagin 12. mai.

Fjórðingsfinalur
Víkingur – AB (8. mai kl. 18:00)
TB – B68 (9. mai kl. 14:00)
B36 – NSÍ (9. mai kl. 15:00)
EB/Streymur – HB (9. mai kl. 16:00)

Hesaferð var tað Jann Ingi Petersen, sum tók sær av lutakastinum, ið varð avgreitt á Svangaskarði á Toftum, har B68 fyrr á degnum spældi seg víðari í steypakappingini eftir ein tepran 1-0 sigur á ÍF.

Jann Ingi, ið meginpartin av sínari yrkisleið sum fótbóltsspælari spældi við barndómsfelagið á Toftum, royndi seg í 2013 í Víkingi, og tá eydnaðist honum at vinna Løgmanssteypið.