Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.12.2022 10:58

Sólarroðin – Ein kvøða til fólkið og bygdirnar í Eysturkommunu 

“Sólarroðin” er heitið á nýggjum lagi, sum kemur út 27. des. Signar á Reynatrøð hevur skrivað tekstin, sum Bárður á Lakjuni og Høgni Lisberg síðani hava skrivað lag til. Lagið verður sungið av Bárði á Lakjuni saman við kvinnukórinum Silvitni. Kórið hevur Dánjal Eysturstein lagt til rættis, og Høgni Lisberg legði upptøkurnar til rættis.

Signar á Reynatrøð sigur um tilgongdina til tekstin:  

Sólarroðin er ein kvøða til fólkið og bygdirnar í Eysturkommunu. Okkara búmerkið er sermerkt og minnir okkum á, at vit í stuttum kunnu siga, at sólin rísur á Gøtuvík øld eftir øld og setur í Djúpini summarkvøld eftir summarkvøld.  

Seinnu árini havi eg gingið hundrað tals túrar niðan á Leirvíksfjall eftir gomlu varðagøtuni, og hava hesir frálíku gongutúrar verið við til at geva mær íblástur til hesa kvøðu. Útsýnið av fjallatoppunum kring gomlu og søguríku víkingabygdirnar myndar eitt ávíst huglag saman við sveimandi lagnum og “søgum í stovu við stokkum hjá móður, ið siga frá døgum, tá jørðin var grøn.”

Vit vilja takka Eysturkommunu fyri stuðulin við vón um, at allir eysturbúgvar og onnur í orði og verki taka saman, finna stevið og savnast um Sólarroðan alt árið á degi og nátt burturi sum heima.

Hesi hava virkað við til at fremja staklagið:

  • Tekstur og hugskot: Signar á Reynatrøð
  • Lag: Bárður á Lakjuni og Høgni Lisberg
  • Sang og tvørfloytu: Bárður á Lakjuni
  • Kórsangur: Silvitni
  • Lagt kór til rættis: Dánjal Eysturstein
  • Upptøkur og lagt tónleikin til rættis: Høgni Lisberg
  • Ljóðbland: Theodor Kapnas
  • Mastering: Georg Nerantzis
  • Filmað og sett saman: Signar og Bárður á Reynatrøð

Lagið kann finnast á stroymingartænastum her: https://orcd.co/solarrodin_1