Mynd: Anna Falkenberg
Mikukvøldið 15. februar kl. 19 kemur Anna Falkenberg á Sunda Bókasavn.
Anna kemur at siga søguna um ungu kvinnuna, sum kom stormandi inn í føroyskan politik og heilt niður á Christiansborg.
Floytibólkurin Útnyrðingur kemur eisini at spæla fyri okkum.
Tær ‘floyta’ á vánaliga veðrið, og spæla okkum burtur, í annan heim.
Sum vanligt er møguleiki fyri at lána bøkur, fáa ein drekkamunn og eitt gott prát.
Øll eru hjartaliga vælkomin
Sunda Bókasavn
