Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.02.2024 14:22

Søgan um, tá ið ÍF gjørdist føroyameistarar í 1979

Kunningarstovan í Fuglafirði

Alment tiltak verður í kvøld í ÍF-húsinum í Fløtugerði, har framløga verður um tá ið ÍF gjørdist føroyameistarar í fótbólti í 1979.

Kunningarskrivstovan í Fuglafirði skrivar soleiðis um tiltakið:

ÍF føroyameistarar í fótbólti í 1979
– hví, hvat og hvussu?

Hugt verður nærri at fótbóltinum í Fuglafirði frá miðskeiðis í 60-unum og næstu umleið 20 árini.
Hvørjar vóru umstøðurnar og hvussu var undirtøkan í bygdini fyri fótbólti. Komið verður eisini inn á leiðarar, leikarar og venjarar.
Samstundis sum ÍF gerst føroyameistari, mennast onnur feløg í Eysturoynni og “fótbóltsføroyar” broytast avgerandi.

Til framløguna verða eisini myndir og ljóðbrot. Og lagt verður upp til, at luttakarar kunnu spyrja og greiða frá.

Tíð og stað: Hóskvøldini 1. og 15. februar kl. 20 í ÍF-húsinum.

Tað verður Petur Simonsen, fyrrverandi formaður og venjari hjá ÍF, sum skipar fyri.