Tá ið tað leikaði uppá tað harðasta í dag, hendi eitt keðiligt óhapp, tá ið sløkkiliðsmennirnir hjá Eysturkommunu vóru úti og royndu at festa eitt tak sum var loysna í Leirvík.
Ein av sløkkiliðsmonnunum var tikin av einari ógvusligari hvirlu og datt úr stiganum, har fallið var áleið 3-4 metur.
Maðurin var koyrdur á Landssjúkrahúsið, har tað er staðfest, at hann hevði brotið nakrar ryggeiðslar og rivjabein.
Men hóast hetta, er hann komin væl frá hendingini og skal nú binda frið í eina tíð, verður upplýst fyri Eysturoyarportalinum.