Hann man uttan iva verða ímyndin av Skálafjarðar Sløkkiliðið seinastu nógvu árini.
Hann hevur verið røddin í útvarpinum og andlitið í sjónvarpinum, sum føroyingar hava sæð og hoyrt, tá ið stormar, ódnir og vanlukkur hava verið á Skálafjørðinum.
Hann hevur starvast hjá sløkkiliðnum í samfull 38 ár. Harav tey seinastu 24 árini sum tilbúgvingarleiðari. Hann er í dag vorðin 65 ára gamal.
Talan er um Sunleiv Højgaard úr Runavík. Hóast runavíkingur um ein háls. So sleit hann ikki sínar barnaskógvar har á leiðini.
“Eg eri uppvaskin fyrstu tvey árini í Havn, meðan eg sleit mínar barnaskógvar í Norðragøtu, har eg búði frá tí eg var tvey ár til seks ár. Eftir tað, fluttu við út til Runavíkar, har pápi hevði bygt hús”.
Hann er útbúgvin timburmaður, men nokk best kendur millum tey meira tilkomnu á Skálafjørðinum, fyri at ganga við posti í nógv ár, har hann starvaðist í samfull 25 ár. Eisini var hann formaður í Postfelaganum.
Lagið er gott hendan vakra morgunin fyrst í mars mánaða, tá ið vit hitta hann á sløkkiliðsstøðini í Runavík.
Hildið verður til í hjallarinum á læknamiðstøðuni, millum politistøðina og apotekið.
Innanfyri standa tveir væl vaskaðir og skínandi reyðir bilar, ein stórur sløkkiliðsbilur og ein sum verður brúktur til at koyra út við til aðrar ymskar smærri uppgávur við.
Eg byrjaði sum sløkkiliðsmaður afturi í 1986, tá ið ongar fartelefonir vóru til
Sunleiv Højgaard
“Eg byrjaði sum sløkkiliðsmaður afturi í 1986, tá ið ongar fartelefonir vóru til. Trupult kundi tá vera at fáa fatur á fólki, tá í okkurt var áfatt. Tá var antin ringt til hús ella til arbeiðsplássi hjá viðkomandi. So tað er nógv broytt, bæði so og so. Tá vóru umstøðurnar sum vit húsaðust í eisini sera primitivar. Vit hildu til í einum lítlum kassa og høvdu eina pumpu, sum næstan ikki var mannbar, har fýra mans máttu til fyri at lyfta hana”, sigur hann brosandi og minnist aftur á gamlar dagar.
“Fyrstu ferð eg fekk boð, eftir at eg var byrjaður í 1986, var tá ið eg gekk við posti. Eg var staddur í Søldarfirði, og var komin til eitt av seinastu húsunum, tá ið eg fekk boð um, at tað var eldur í einum húsum í Runavík. Men tað løgna í tí heila av hesum var tað, at eldurin var í húsunum hjá foreldurunum hjá mær. Men tíðanbetur var tað ikki nakar stórur skaða sum hendi. Tað var eldur í eini uppvaskmaskinu inni hjá teimum”.
Longu eftir nøkrum fáum árum, so fekk sløkkiliðið betri útgerð og ein onnur hending, sum Sunleiv minnist frá tí tíðini er hendingin við nýggja sløkkiliðsbilinum.
“Í 1988 fingu vit ein nýggjan sløkkiliðsbil við meiri framkomnari útgerð. Bilurin kom upp við Bliki. Men lagnunar speisemi, so var fyrsta uppgávan við tí bilinum, at sløkkja eld umborð á lastini á júst Bliki. Tað hendi so skjótt, aftaná at bilurin var komin til landið, at hann hevði ikki eingongd fingið nummarplátur uppá”, sigur Sunleiv.
Í ár 2001 var hann spurdur um at taka ábyrgdina á seg sum brunaumsjónarmaður. Tað sum vit í dag betri kenna sum tilbúgvingarleiðari. Tað var eftir at Jóannes Thomsen á Skála legði frá sær.
“Í 2007 byrjaði eg so fullatíð sum tilbúgvingarleiðari. Áðrenn tað, arbeiddi eg fulla tíð sum postmaður og og hevði arbeiðið sum tilbúgvingarleiðari afturat. Men í 2006 gavst eg á Postverkinum og byrjaði so í 2007 fulla tíð sum tilbúgvingarleiðari, har eg enn eri tann dag í dag”.
Verið úti til nógvar hendingar – bæði stórar og smáar uppgávur
Tá ið arbeitt hevur verið í sløkkiliðnum í so nógv á, so kemst ikki uttanum, at summar uppgávur eru torførari enn aðrar. Og tað kennur Sunleiv eisini væl til.
“Ferðsluóhapp og druknivanlukkur hava vit verið úti til fleiri ferðir gjøgnum árini. Tíðanverri hava nógvar av hesum kravt mannalív. Vit eru ein partur av tilbúgvingini, har vit samstarva við løgregluna og MRCC. Og tá tað kostar mannalív, so er ógvuliga hart at verða við til. Hesar keðiligu hendingarnar, eru tíðanverri nakað sum hoyra hesum arbeiðinum til”, sigur Sunleiv harmur á málinum.
Men hann minnist eisini, at hann hevur verið úti til aðrar uppgávur, bæði tá eldur var í Timburhandilinum á sinni, og tá ið eldur var í dokkini á Skála. Eisini minnist hann væl tá ið Olahana sakk á Flesjunum.
“Annars eru tað allar vanligar uppgávur so sum; oljurudding, at stongja vegir og verða úti tá ið stormar og ódnir leika í, sum er ein stórur partur av arbeiðinum hjá sløkkiliðunum. Uppgávur sum kunnu verða bæði fjølbroyttar, avbjóðandi, kenslubornar og spennandi”, sigur hann avgjørdur.
Eitt trupuleiki, sum ikki var, tá ið Sunleiv byrjaði sum sløkkiliðsmaður, og sum er eitt relativt nýtt fyribrigdi, eru el-bilarnir.
“Í dag er so ein annar “trupuleiki” hjá okkum sløkkiliðsmonnum sum í nýggjari tíð er komin, nemliga el-bilar og el-støðir. Hetta er ein avbjóðing, sum vit nú mugu útbúgva okkum í og læra at sløkkja, um eldur skuldi komið í. Tað nýggjast “vápnið” er eitt sum eitur brine, ein blanding av salti og sjógvi, sum kølir niður í 21 stig og frystir ikki. Tað verður nú nýtt at sløkkja el-bilar við. So tað er spennandi at fylgja tí menningini”, sigur hann eitt sindur álvarsamur á málinum.
Athena var ein ógvuslig uppliving – hon mundi eisini sokkið
Tað er nokk einki at taka seg aftur í, at eldurin umborð á Athenu er eitt av tí ógvusligasta, sum Sunleiv hevur verið við til. Nakað sum hann eisini sjálvur viðurkennir nú prátið fer inná hesar dagarnar í mai 2011.
Tað var tí uppá hangandi hár, at Athena ikki sakk niðurvið bryggjuna á Høgabóli
Sunleiv Højgaard
Tað var um midnáttarleitið 9. mai í 2011, at eldur kom í verksmiðjuskipið Athenu, sum lá við bryggju á Høgabóli í Saltangará.
Skipið var til umvælingar, eftir ein eld, sum hevði verið umborð á skipinum árið fyri.
“Tað var átta minuttir yvir midnátt, at alarmsentralurin ringdi til mín fyri at boða frá, at eldur var umborð á verksmiðjuskipinum Athenu. Eg segði við konuna at eg mátta avstað, men væntaði at verða skjótur aftur. Men so bleiv ikki”, sigur Sunleiv.
Tá ið Sunleiv kom á havnalagið á Høgabóli, sá hann alt fyri eitt, at støðan var nógv verri og ógvusligari enn hann hevði ímynda sær.
“Eldurin hevði longu breitt seg ógvusliga nógv, og út á náttina stóð skipið í ljósum loga. Eisini hoyrdust ógvusligar spreingingar umborð, sum vaktu mest sum alt grannalagið í Saltangará”, sigur hann við einari sera álvarsamari rødd.
Sunleiv og sløkkiliðsfólkini kundu bert hyggja at, meðan Athena brendi. Roynt var bert at køla skipið niður. Eldurin brendi í hálvtriða samdøgur.
“Tá so eldurin var sløktur og alt hevði lagt seg nøkulunda aftur, koyrdi eg ein túr út á kaiina at hyggja um alt var í lagi. Ein kona hevði ringt nakað áðrenn, og sagt at hon helt at tað var byrja at loga aftur. Tá eg komið á staðið síggi eg, at Athena liggur tungt í sjónum og var byrja at leggja seg á liðini. Tá var handla sera skjótt. Vit fingu pumpur og annað umborð so skjótt sum vit kundu, og fingu tískil bjarga einari vanlukku afturat. Tað var tí uppá hangandi hár, at Athena ikki sakk niðurvið bryggjuna á Høgabóli. Tað hevði verið sera torført at fingið hana uppaftur av havsins botni”, sigur Sunleiv um lagnunáttini í 2011.
Heiraður fyri trúgva tænastu
Tann 15. desember í 2018 bleiv Sunleiv heiðraðir fyri trúgva tænastu í sløkkiliðnum, tá ið hann og aðrir fingu heiðurstekin – “Dronningens fortejenstemedalje i sølv” – fyri trúgva tænastu í sløkkiliðnum í meira enn 25 ár. Sjálvur hevur Sunleiv verið í 38 ár í starvinum.
Heilsan má ráða nær eg gevist
Hóast hann er komin eitt sindur upp í árini, so hevur hann ikki nakran hug at gevast enn.
“Eg trívist sera væl í starvinum, og føli meg ungan og havi tað gott. Um lív og heilsa er, so haldi eg áfram nøkur ár afturat”, sigur Sunleiv, nú samrøðan við Eysturoyarportalin er komin at enda.
Deil á Facebook