Tað vóru nógv blá blunk at síggja um 19 tíðina á kaiøkinum í Norðragøtu. Men tað var tíðanbetur ongantíð nakar vandi á ferð. Talan var um eina sokallað ófráboðað venjing.
Tað var Sløkkiliðið hjá Eysturkommunu sum í kvøld hevði eina sløkkiliðsvenjing, har teir vóru boðsendir at sløkkja ein eld sum var í einum gomlum útróðrarbáti sum stóð á landið.
Tað tók bert 10 minuttir hjá einum fullmannaðum sløkkiliðið at verða á staðnum, og tað er átaksleiðarin í Eysturkommunu, Gunnar Olsen, væl nøgdur við, sigur hann fyri Eysturoyarportalinum.
Myndir: Eysturoyarportalurin
Deil á Facebook