Tíðindaskirv/Franska konsulatið
Mánadag 19. oktober, í dag, verður høvi at vitja umborð á fregattini Bretgne hjá fronsku verjuni, sum liggur við kai í Havn í hesum døgum.
Tvær ymiskar vitjanartíðir verða bodnar út, og pláss er fyri 20 fólkum til hvørja klokkutíð:
Mándag 19. oktober
kl. 17.00
kl. 17.30
Vitjanin tekur umleið 30 minuttir. Áhugað kunnu skriva teldupost til hannafranka10@gmail.com ella senda sms til 211057. Skrivið navn, kyn, føðingardag og hvørja klokkutíð ynski er at vitja. Veljið fegin tvær klokkutíðir sum ynski 1 og ynski 2.
Tey, sum fáa plássini, fáa boð um tað. Tað er neyðugt at bera skjótt at við at tekna til, og skotbráið er sera stutt. Seinasta freist at tekna til vitjan er í dag kl. 14.
Tey, sum ætla umborð og fáa svar um, at tey hava fingið pláss, mugu hava samleikaprógv við umborð, so sum pass ella koyrikort. Børn mugu fylgjast við vaksnum og skulu eisini hava samleikaprógv.