Leygardagin 10. juni spílar Sleipnir ríðingarfelagið seg rættiliga út. Tey skipa fyri fyri stórum familjutiltaki niðri á havnarlagnum í Saltangará frá kl. 13-18.
Nógv stuttlig tiltøk verða til børnini, og okkurt gott til góma verður at fáa.
Í hesum sambandi verður Gulasteinsvegurin stongdur fyri allari ferðslu í tíðarskeiðnum 10. juni frá kl. 8.00-20.00. Fyrireikingarnar byrja fríggjadagin, so ferðslan eftir Gulasteinsvegi verður longu tarnað fríggjadagin 9. juni frá kl. 17.00 til leygarmorgunin kl. 8.00.
Á skránni hesaferð:
Ponyríðing (frá kl. 14:00)
Hestaskógvakast
Ballónir
Hoppiborgir
Fiskibrunnur
Grava eftir gulli
Tombola
Vafflur, ís, toast, Mist, kaffe/the
Til ber at nýta gjaldskort í matarsøluni.
Deil á Facebook