Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.03.2024 15:20

Skúlin í Søldarfirði

Mynd: Runavíkar kommuna

Runavíkar kommuna

Í nógv ár hevur ongin skúlagongd verið í Søldarfjarðar skúla, børnini í bygdini og á Skipanesi hava ístaðin havt sína skúlagongd á Glyvrum og í Runavík.

Harfyri hevur bygningurin verið í brúki, og hesi seinru árini hevur, umframt annað virksemi, verið vøggustova og taekwondo-ítróttur í skúlanum. Í fleiri ár eru umvælingar gjørdar eftir tekningum frá Fuglark, sum upprunaliga sniðgóvu bygningin, og í dag var sjøtul settur á byggistig 4 í umvælingararbeiðnum.

Fyri kortum vóru tvær nýggjar vøggustovur tiknar í nýtslu í ovaru hæddini, umframt tær báðar sum frammanundan vóru í niðaru hæddini, og ítróttin er framvegis í fimleikahøllini.

Í hesum umfarinum snýr tað seg um skifta klædning, vindeygu og tað sum er eftir at skifta av tekjuni. Gamli skúlagarðurin verður eisini liðugur í næstum við vognskúrum og spæliplássi.

Í morgun skrivaðu Heri Hansen, fyri Timburtænastuna, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, undir sáttmála um at fáa framt 4. stigið í samlaðu ætlanini.

Undirskrivaða avtalan kostar góðar 1,7 milliónir krónur. Timburtænastan hevur avrikað øll hini byggistigini.