Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.12.2023 08:48

Skrivsstovulutirnir hjá Nema fáa egnan samleika

Tíðindaskriv

Nema er ein tele- og KT fyritøka, ið eisini selur skrivstovulutir. Fyri at lyfta skrivstovulutirnir á eitt hægri støði, hevur Nema avgjørt at leggja skrivstovulutir í egið felag. Tað merkir, vit nú vísa øllum okkara viðskiftafólkum, ið ynskja skrivstovulutir, til Noto.

Noto verður skipað við egnum samleika og leiðslu, og tað verður Jenny Næs, ið kemur at standa á odda fyri hesum. Jenny hevur starvast innan økið hjá Nema, tey seinastu 11 árini, og hon verður stjóri í nýggja felagnum, har Nema er meirlutaeigari.

“Felagið fer at halda fram við somu góðu tænastum, tí breiða vøruúrvalinum til somu prísir og harafturat verða starvsfólkini tey somu – tað verður bara undir nýggja navninum, Noto” – sigur Jenny Næs

Frá 18. desember verður møguligt at keypa skrivstovulutir umvegis lagrið hjá Noto, ið framhaldandi verður á Smyrilsvegi 5. Harafturat er møguligt at bíleggja skrivsstovulutir umvegis teldupost, telefon og selt verður eisini í útgangandi sølu. Viðskiftafólk eru framvegis vælkomin inn á lagrið hjá Noto at bíleggja og heinta vøruna. Frá 1. januar verður eisini møguligt at keypa skrivstovulutir umvegis nýggjan nethandilin hjá Noto.

Upplatingartíðin á lagrinum eru: mánadag – hósdag frá 11 – 15. 
Fríggjadagar og í vikuskiftinum er bert møguligt at bíleggja vøru umvegis mail, Jenny@noto.fo ella á telefon 755 000.

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Gudny Langaard, stjóra á Nema, á tlf. 502050 ella Jenny Næs, stjóra á Noto, á tlf. 755 000. 

Noto deilir inngongd við Damfar, og liggur til høgru, tá tú kemur niðan ígjøgnum trappurnar.