Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.05.2023 20:37

Skráin fyri Útivikuna 2023

Mynd: Sjóvar kommuna

Sjóvar kommuna

Vit kunnu nú endiliga kunngera skránna fyri Útivikuna 2023. Hetta er ein vika við tiltøkum til øll, frá tí yngsta til tann elsta.

Vit byrja longu í morgin, leygardagin 20. mai, og halda fram til mánadagin 29. mai (2. hvítusunnudag).

Vit vóna, at tit taka væl undir við tiltøkunum og seta dagarnar av til Útivikuna. Øll tiltøkini á Útivikuni eru ókeypis, undantikið saunagos, sum kann roynast fyri sámiligan prís. Á skránni í ár hevur ein listaframsýning eisini sníkt seg á skránna.

Meira kunning um tey ymsu tiltøkini sæst so líðandi á heimasíðu okkara.

Øll tiltøk á Útivikuni eru tengd at rímiligum verðurlíkindum. Um veðrið ikki er til vildar, verða tiltøkini flutt/avlýst – kunnað verður um hetta á heimasíðu kommununar.

Leygardagur 20. mai

Kl. 10:00: Dyppa og svim við Sjógv
Leygardagin 20. mai kl. 10:00 fara vit at dyppa.
Øll eru vælkomin. Roynd og óroynd – kvinnur og menn í øllum aldri og eisini børn (børnini eru t.d. vælkomin í vátdragt e.l.) Tó er best, um ein vaksin er við børnunum.
Vit dyppa við bátahylin við Sjógv. Ein fínur dyppi-stigi er har, so tað er lætt at fara útí og koma upp aftur.
Vit skifta í tí stóra skiftirúminum, undir opnum himni.
Vit bjóða kaffi, te og køkur – og saft til børnini (hav egnan kopp við).
Tey, sum eru óroynd, ivast kanska í, hvat havast skal við, so her eru nøkur ráð:

  • Svimjidrakt/svimjibuksur
  • Lastikk til hárið
  • Húgvu
  • Stórt handklæði
  • Handskar og skógvar til vátdrakt, um tit eiga
  • Okkurt at standa á, t.d. lítið eyka handklæði
  • Stóra fløsku av flógvum/heitum vatni
  • Hálvhosur og kanska heita troyggju at fara í aftaná
     

Mánadagur 22. mai

Kl. 18:00: Krabbaveiða á Kumlum (á eystursíðuni í Tanga) – Havið glúp og spann við

Kl. 18:30-21:00: Saunagos í bátahylinum í Heygsstøð – við Stráluneystið
Kostnaður: 100 kr. pr. persón.
Bílegg pláss á www.saunagos.fo

Kl. 20:00: Gongutúrur niðan á Strandafjall við André F. Danielsen
Gongutúrurin byrjar uppi við vatnbrunnin við endan á Fossagøtu.
Gingið verður rímuliga skjótt.
Túrurin varar umleið 2 tímar

Týsdagur 23. mai

Kl. 10:30: Gongutúrur/spákingartúrur
Gongutúrurin byrjar við Strandamáling, og gingið verður antin út í Tanga ella vesturum.
Gongutúrurin endar aftur við Strandamáling, har bjóðað verður til kaffimunn í hugnaliga Urtahavanum.

Kl. 18:00: Gongutúrur við frásøgufólkum í gomlum býlingum á Strondum
Gongutúrurin byrjar við garaguna hjá Georg í Strandatúni. Frásøgan byrjar á Heyggi og endar uppi í Gerði. Á gongutúrinum verður steðgað við ymisk støð, har frásøgufólk greiða frá.  
Frásøgufólkini eru staðbundin fólk, sum antin búgva ella hava búð í býlingunum. Tey fortelja frá søgum og barnaminnum úr økinum.  
Túrurin endar við bygdahúsið, har øll verða bjóðað til drekkamunn í bygdahúsinum.

Kl. 18:30-21:00: Saunagos í bátahylinum í Heygsstøð – við Stráluneystið
Kostnaður: 100 kr. pr. persón.
Bílegg pláss á www.saunagos.fo

Mikudagur 24. mai

Kl. 10:45: Venjing fyri pensionistar (67+) á vøllinum við bygdahúsið á Strondum
Fysioterapeutar hjá Roðanum hava venjingina.
Øll eru vælkomin – eisini tey, sum ikki plaga at venja í høllini á Skála.
Aftaná verður okkurt leskandi at fáa.

Kl. 17:00-20:00: Málningaframsýning við Anfríð Djurhuus á kommunuskrivstovuni á Strondum
Flottu málningarnir hjá Anfríð hava prýtt nýumvældu kommunuskrivstovuna seinastu tíðina. Á útivikuni verður møguligt at síggja málningaframsýningina og práta við listakvinnuna.

Kl. 18:00: Skála ítróttarfelag skipar fyri brotssparkskappingum á vøllinum við bygdahúsið á Strondum
Býtt verður í aldursbólkar, og vinnarar fáa steyp.

Kl. 18:30-21:00: Saunagos í bátahylinum í Heygsstøð – við Stráluneystið
Kostnaður: 100 kr. pr. persón.
Bílegg pláss á www.saunagos.fo

Kl. 20:00: Fótbóltur fyri kvinnur á vøllinum við bygdahúsið á Strondum
Allar kvinnur, royndar sum óroyndar, er vælkomnar til fótbóltsspæl – býtt verður í lið og síðan spæla vit dyst/dystir.
Aldursmark: 25 ár og eldri

Hósdagur 25. mai

Kl. 11:00: Trillitúrur frá Strandatúni út til Urtahavan
Hósmorgunin eru allar mammur, pápar og onnur avvarðandi vælkomin við børnum og barnavognum ein trillitúr. Vit byrja við bussskýlið niðanfyri Stranda skúla og ganga út til Urtahavan.
Í Urtahavanum bjóða vit tykkum inn til hugna, har vit borðreiða við kaffi og te við onkrum afturvið. Børnini fáa eisini okkurt leskiligt.

Kl. 17:00-20:00: Málningaframsýning við Anfríð Djurhuus á kommunuskrivstovuni á Strondum
Flottu málningarnir hjá Anfríð hava prýtt nýumvældu kommunuskrivstovuna seinastu tíðina. Á útivikuni verður møguligt at síggja málningaframsýningina og práta við listakvinnuna.

Kl. 18:00: Grilling við Lítlafløtt – hvør hevur sítt við, sum tey ætla at grilla
Uml. kl.18.30 verða spøl fyriskipað á vøllinum

Kl. 18:30-21:00: Saunagos í bátahylinum í Heygsstøð – við Stráluneystið
Kostnaður: 100 kr. pr. persón.
Bílegg pláss á www.saunagos.fo

Kl. 20:00: Fótbóltur fyri menn á vøllinum við bygdahúsið á Strondum
Allir menn, royndir sum óroyndir, er vælkomnir til fótbóltsspæl – býtt verður í lið og síðan spæla vit dyst/dystir.
Aldursmark: 18 ár og eldri

Fríggjadagur 26. mai

Kl. 18:00: Gomul føroysk barnaspøl í Heygsstøð
Kenna tit gomlu barnaspølini “at kasta pinn”, “diski dask”, “rotið egg” ella “skipanøvn”?
Fríggjadagin hava tit møguleikan at koma oman í Heygsstøð at læra tykkum hesi og fleiri onnur gomul føroysk barnaspøl.
Umframt at greitt verður frá spølunum, verður eisini møguleiki at royna spølini.
Ímeðan tiltakið er, verður Cafe Bella opin, har møguleiki verður hjá bæði børnum og vaksnum at keypa sær okkurt at eta og drekka. Tikið verður ikki móti gjaldskorti. Allur innkomin peningur fer til Fornminnafelagið.
Tiltakið er fyri børn og vaksin í øllum aldri, men heitt verður á foreldur at yngri børnum at verða við, tí vit eru á havnalagnum.

Kl. 18:30-21:00: Saunagos í bátahylinum í Heygsstøð – við Stráluneystið
Kostnaður: 100 kr. pr. persón.
Bílegg pláss á www.saunagos.fo

Kl. 20:00: Kappingar í styrki og kvikleika í bátahylinum í Heygsstøð
Luttakarar verða deildir í bólkar og kappast síðani í styrki og kvikleika á ymsum postum. Onki krav er um ávísa styrki ella kvikleika. Øll kunnu luttaka, og endamálið er at stuttleika sær í kappleiki. 

Leygardagur 27. mai

Kl. 09:30-21:00: Saunagos í bátahylinum í Heygsstøð – við Stráluneystið
Kostnaður: 100 kr. pr. persón.
Bílegg pláss á www.saunagos.fo

Kl. 13:00: Kom og spæl kurvabólt móti/við landsliðsleikaranum Erlu Jansdóttir Petersen
Her sleppa tit at royna tykkum í skot-teknikki og í dystarleiki.
Hvar? Á Fifa-vøllinum Innan Glyvur

Kl. 20:00: Gongutúrur av Strondum til Kolbeinargjógv
Vit møtast á stóra vendiplássinum við endan á gøtuni Undir Torvbrekku (undir Torvbrekku 30). Haðani verður gingið uppum til Kolbeinagjógv og so heimaftur eftir vegnum.

Sunnudagur 28. mai (Hvítusunnudagur)

Kl. 09:30-21:00: Saunagos í bátahylinum í Heygsstøð – við Stráluneystið
Kostnaður: 100 kr. pr. persón.
Bílegg pláss á www.saunagos.fo

Kl. 14:00: Gongutúrur eftir fjallatindum av Skála til Strendur
Møtast við bygdahúsið á Strondum kl. 14, har bussur koyrir øll inn til Gjógvará á Skála.
Frá Gjógvará verður farið til gongu eftir varðagøtuni niðan á Selatraðskarð – vit steðga á nakrar ferðir ávegis niðan og fáa frásagnir um økið.
Frá Selatraðskarði verður farið upp á Slættafelli, og síðani verður gingið eftir fjallatindunum út á Strandafjall.
Havið matpakka við, sum verður notin, tá túrurin er komin í helvt.
Túrurin tekur uml. 4 tímar, og er ein miðal harður fjallatúrur.

Mánadagur 29. mai (2. Hvítusunnudagur)

Kl. 15:00: Útispøl fyri ung og vaksin á fótbóltsvøllinum við bygdahúsið
Vit fara at spæla ymisk spøl, t.d. rundbólt og kappast í ymiskum stafettrenningum.