Sjóvar kommuna
Vit kunnu nú endiliga kunngera skránna fyri Kom-Út-Vikuna 2026. Hetta er ein vika við tiltøkum til øll, frá tí yngsta til tann elsta.
Fyrsta tiltak fer longu av bakkastokki leygardagin 23. mai, men annars er Kom-út-vikan frá mánadegnum 25. mai til sunnudagin 31. mai.
Vit vóna, at tit taka væl undir við tiltøkunum og seta dagarnar av til hesa viku. Øll tiltøkini á Kom-Út-Vikuni” eru ókeypis.
Meira kunning um tey ymsu tiltøkini sæst so líðandi á heimasíðu okkara og á Facebook.
Nøkur tiltøk á Kom-Út-Vikuni eru tengd at rímiligum verðurlíkindum. Um veðrið ikki er til vildar, verða tiltøkini flutt/avlýst – kunnað verður um hetta á heimasíðu kommununar.
Leygardagur 23. mai
Kl. 19:00 – Kvinnukvøld
Hvar? Bygdahúsið á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur
Leygarkvøldið 23. mai kl. 19.00 verður eitt hugnaligt, stuttligt og kreativt kvinnukvøld í bygdahúsinum á Strondum. Vit skipa fyri undirhaldi, tónleikabingo, drekkivørum og einum løttum bita – og tú tekur títt egna kreativa arbeiði við, júst sum til Handahornið.
Tiltakið er ókeypis, men vín, øl, cider og sodavatn kunnu keypast í barrini.
Dyrnar lata upp kl. 18.30.
Viðvíkjandi ábiti er neyðugt við tilmelding til tiltakið. Send sms við navni til tlf.nr. 232725 í seinasta lagi fríggjadagin 22. mai kl. 15.
Mánadagur 25. mai
Kl. 15:00 – Barna- og familjuleikur um Bukkarnir Brúsi og hini ævintýrini í Sjóvar kommunu
Hvar? Í Strandatúni við garaguna hjá Georg
Bukkarnir Brúsi eru enn einaferð á ferð til feitilendið hinumegin Berbisá. Á leiðini hitta teir ymisk ævintýr-leikfólk frá okkara egna staðbundna umhvørvi. Meðan leikur fer, situr Trøllið sum vant ótolið við brúnna og bíðar eftir bukkunum.
Frá Kl. 16:00 – Uttandura talv við Stranda talvfelag
Hvar? Í Strandatúni við garaguna hjá Georg
Stranda Talvfelag skipar aftur í ár fyri uttandura talvi frá kl. 15.00 og út á kvøldið mánadag til fríggjadag á Kom-út-vikuni.
Stórt talv verður teknað á asfaltið, og so verður møguligt at telva við stórum talvfólki.
Kl. 18:00 – Vísusangur við Hans Hjalta Skaale & Hóraldi Joensen.
Hvar? Bio-salur í bygdahúsinum á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur
Annan Hvítusunnudag verður vísusangur á skrá í bygdahúsinum á Strondum við Hans Hjalta Skaale og Hóraldi Joensen.
Hans Hjalti Skaale hevur sín fasta, sera dugnaliga samstarvsfelaga Hórald Joensen, harmonikuleikara, við sær. Á konsertini fara vit at hoyra løg, sum Hans Hjalti hevur gjørt til yrkingar hjá Janusi Djurhuus, Regini Dahl og Andriasi Justesen. Eisini verða týddar vísur úr Írlandi, USA og Svøríki at hoyra, ið Hans Hjalti hevur føroyskað. Onkur av skemtivísunum hjá Andriasi Justesen, sum hvørt mansbarn í Føroyum man kenna, verður eisini á skrá.
Konsertin, sum er ókeypis, verður í hugnaliga biograf-salinum. Eingi atgongumerki verða seld – tað er bara at møta upp til hesa forkunnugu konsert við vísusangi av tí siðbundna slagnum.
Týsdagur 26. mai
Frá Kl. 15:00 – Uttandura talv við Stranda talvfelag
Hvar? Í Strandatúni við garaguna hjá Georg
Stranda Talvfelag skipar aftur í ár fyri uttandura talvi frá kl. 15.00 og út á kvøldið mánadag til fríggjadag á Kom-út-vikuni.
Stórt talv verður teknað á asfaltið, og so verður møguligt at telva við stórum talvfólki.
Kl. 17:00 – Súkklutúrur fyri børn við Súkklu- og Trathlon felagnum Troy
Hvar? Møtast við bygdahúsið á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur
Súkklu- og Triathlon felagið Troy skipar fyri felags súkklutúri fyri børn týsdagin 26. mai kl. 17.00.
Tùrurin byrjar og endar við bygdahúsið á Strondum.
Tað verður møguligt at súkkla ein styttri/lættari túr ella ein longri/tyngri túr.
Øll eru vælkomin við at súkkla, heilt frá smábørnum á rennisúkklu til eldri børn. Vaksin eru eisini vælkomin at súkkla við.
Kl. 18:00 – Súkklutúrur fyri vaksin við Súkklu- og Trathlon felagnum Troy
Hvar? Møtast við bygdahúsið á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur
Súkklu- og Triathlon felagið Troy skipar fyri felags súkklutúri fyri vaksin mánadagin 26. mai kl. 18.
Túrurin byrjar við bygdahúsið á Strondum, og súkklað verður til Morskranesar og aftur.
Kl. 19:00 – Lýggir vindar – Málningaframsýning við Finleifi Mortensen
Hvar? Bygdahúsið á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur
Týskvøldið kl. 19 letur Finleif Mortensen upp framsýning við abstraktum málningum í stóra-sali í bygdahúsininum á Strondum.
Í 2012 gjørdi Finleif eitt uppskot til listprýði, sum tó ikki rakk til meir enn eitt uppskot. Arbeiðið varð kortini ikki til fánýtis, tí tilgongdin hevur verið grundarlag og íblástur til fleiri abstrakt listaverk.
Verkini til hesa framsýning ” Lýggir vindar” eru sprottin frá sangløtuni við Stranda Sangkóri ”Vár við lýggjum vindi.” Til sangløtuna, sum hevur nøkur ár á baki, eru lándir stórir málningar, sum Finleif hevur málað. Til ársins sangløtu átti Finleif ongan nýggjan málning og vildi ikki sættast við at endurnýta listarverkini frá í fjør. Tískil fór hann í holt við at mála tveir nýggjar málningar. Tað vísti seg, at tá sangløtan 2026 fór av bakkastokki, vórðu tveir málningar blivnir til eitt samansett listaverk á 700×150 cm.
Síðan tá hevur Finleif arbeitt víðari við listaverkinum, so tað nú, saman við málningunum frá undanfarnu sangløtum, er karmur um framsýningina ”Lýggir vindar” í bygdahúsinum á Strondum.
Tá framsýningin letur upp, spælir Kári Sverrisson nøkur løg.
Framsýningin stendur frammi alla Kom– út–vikuna í Sjóvar kommunu, og tí verður møguligt at síggja hana, tá onnur tiltøk verða í bygdahúsinum restina av vikuni.
Kl. 20:00 – Linedansur við Rógva B. Dam
Hvar? Fimleikarhøllin í Stranda skúla, Skúlavegur 7, 490 Strendur
Dentur verður lagdur á, at fólk stuttleika sær.
Mikudagur 27. mai
Kl. 16:00-21:00 – Ókeypis almenn svimjing
Hvar? Svimjihylurin í Stranda skúla, Skúlavegur 7, 490 Strendur
- Kl. 16-17: Almenn svimjing fyri familjum við pinkubørnum
- Kl. 17-20: Almenn svimjing fyri øll
- Kl. 20-21: Almenn svimjing fyri vaksin
Frá Kl. 15:00 – Uttandura talv við Stranda talvfelag
Hvar? Í Strandatúni við garaguna hjá Georg
Stranda Talvfelag skipar aftur í ár fyri uttandura talvi frá kl. 15.00 og út á kvøldið mánadag til fríggjadag á Kom-út-vikuni.
Stórt talv verður teknað á asfaltið, og so verður møguligt at telva við stórum talvfólki.
Kl. 17:30 – Søguløta og konsert við børnum í byrjanardeildini í Stranda skúla
Hvar? Borgin í Stranda skúla, Skúlavegur 7, 490 Strendur
Vit byrja í Borgini við søguløtu, og síðani fara børn í byrjanardeildini at framføra nakrar sangir
Kl. 19.00 – Kunningarfundur um verkætlanina við vakstrartunnli
Hvar? Bygdahúsið á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur
Tá stuðul varð latin til verkætlanir úr átakinum ”Saman um bygdina” varð stuðul latin verkætlan um felags vakstrartunnil á Strondum.
Á kunningarfundinum kunnu tit hoyra meir um hesa verkætlan, hvussu hon verður skipað og hvørjar møguleikar borgarar í Sjóvar kommunu fáa við hesum.
Øll áhugaði eru vælkomin at lurta.
Kl. 20:00 – Fótbóltur fyri menn
Hvar? Vøllurin við bygdahúsið á Strondum
Allir menn, royndir sum óroyndir, eru vælkomnir til fótbóltsspæl – býtt verður í lið, sum dystast móti hvør øðrum.
Aldursmark: 18 ár og eldri
Aftaná fótbóltin verður hugni í bygdahúsinum við quiz.
Hósdagur 28. mai
Kl. 11:00-12:00 – Venjing fyri pensionistar (67+)
Hvar? Vøllurin við bygdahúsið á Strondum
Fysioterapeutar hjá Roðanum hava venjingina.
Øll eru vælkomin – eisini tey, sum ikki plaga at venja í høllini á Skála.
Aftaná verður okkurt leskandi at fáa.
Frá Kl. 15:00 – Uttandura talv við Stranda talvfelag
Hvar? Í Strandatúni við garaguna hjá Georg
Stranda Talvfelag skipar aftur í ár fyri uttandura talvi frá kl. 15.00 og út á kvøldið mánadag til fríggjadag á Kom-út-vikuni.
Stórt talv verður teknað á asfaltið, og so verður møguligt at telva við stórum talvfólki.
Kl. 17:30 – Grilling við Lítlafløtt
Hvar? Við barnagarðin Lítlafløtt, Fløtuvegur 82, 490 Strendur
Hvør hevur sítt við, sum tey ætla at grilla.
Hoppiborgir til børnini verða blástar upp á vøllinum.
Kl. 19:00 – Konsert við Fljóðljóð
Hvar? Bio-salur í bygdahúsinum á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur
Hóskvøldiið 28. mai klokkan 19.00 verður forkunnug konsert við kvinnukórinum Fljóðljóð í Stranda Bio.
Fljóðljóð varð stovnað í 2016. Tað var Súsanna Joensen, sum byrjaði kórið. Kórið hevur sungið klassiskt, sálmar og siðbundnar sangir, og hevur sungið til tiltøk av øllum hugsandi slagi.
Í fjør spurdu tær í Fljóðljóði Ásbjørn Berthelsen um hann vildi leiða kórið. Og tað vildi hann fegin.
Kórleiðarum líkt, hevur nýggi kórleiðarin sett sín dám á tónleikin.
Kórið hevur lagt seg á ein meira rútmiskan bógv, men tær syngja tó enn tað, teimum dámar allar best. Vakrar sangir við yndisligum harmonium og klangi.
Konsertin verður í Stranda Bio hóskvøldið 28. mai klokkan 19.00.
Konsertin er almenn og ókeypis.
Fríggjadagur 29. mai
Kl. 10.00 – Felags morgunsangur í Stranda skúla
Hvar? Stranda skúli, Skúlavegur 7, 490 Strendur
Øll eru vælkomin við til felags morgunsang fríggjamorgunin 29. mai kl. 10.00 í Borgini í Stranda skúla.
Frá Kl. 15:00 – Uttandura talv við Stranda talvfelag
Hvar? Í Strandatúni við garaguna hjá Georg
Stranda Talvfelag skipar aftur í ár fyri uttandura talvi frá kl. 15.00 og út á kvøldið mánadag til fríggjadag á Kom-út-vikuni.
Stórt talv verður teknað á asfaltið, og so verður møguligt at telva við stórum talvfólki.
Kl. 18:00 – Vatnkríggj og skúmbað
Hvar? Á parkeringsplássinum við Lítlafløtt, Fløtuvegur 82, 490 Strendur
Havið egnan vatnrevolvara við.
Kl. 20:00 – Mikkjal á Ryggi og tær fýra árstíðirnar í Café Bella
Hvar? Café Bella, Heygsstøð 6, 490 Strendur
Jákup Reinert Hansen greiðir frá og hugleiðir um Mikkjal á Ryggi og tær fýra árstíðirnar.
Eisini syngja vit fleiri av sálmunum hjá Mikkjali.
Drekkamuður og okkurt leskiligt afturvið verður eisini at fáa.
Leygardagur 30. mai
Kl. 09:00-12:00 – Ókeypis almenn svimjing
Hvar? Svimjihylurin í Stranda skúla, Skúlavegur 7, 490 Strendur
- Kl. 09-10: Almenn svimjing fyri vaksin
- Kl. 10-12: Almenn svimjing fyri øll
Kl. 10:00 – Dyppa og svim við Sjógv
Hvar? Við bátahylin við Sjógv
ØLL ERU VÆLKOMIN – bæði roynd og óroynd.
Børnini eru sjálvandi vælkomin við, tey kunnu vera í vátdrakt. Best er, um onkur vaksin er við børnunum.
Vit dyppa við bátahylin við Sjógv. Har er ein fínur dyppi-stigi, so lætt er at fara útí og koma upp aftur.
Vit skifta í stóra almenna skiftirúminum (undir opnum himli).
Aftaná dyppingina bjóða vit kaffi, te og okkurt søtt. Børnini fáa saft. (Havið egnan kopp við).
Til tey óroyndu síggjast vegleiðandi ráð niðanfyri:
- Svimjidrakt/svimjibuksur
- Lastikk til hárið
- Húgvu
- Stórt handklæði
- Handskar og skógvar til vátdrakt (um tit eiga)
- Okkurt at standa á, t.d. eitt lítið handklæði
- Stóra fløsku við flógvum/heitum vatni
- Hálvhosur og kanska eina heita troyggju at fara í aftaná
Tað er bara at leypa úti tað!
Kl. 11.00 – Gongutúrur niðan á Borgarfelli
Hvar? Gongutúrurin byrjar við ítróttarhøllina á Skála, Undir Mýruhjalla 5, 480 Skála
Kári Jacobsen av Selatrað verður ferðaleiðari á túrinum.
Túrurin byrjar við ítróttarhøllina á Skála. Haðani verður gingið niðan á Borgarfelli. Uppi á Borgarfelli verður matpakki etin, áðrenn leiðin gongur oman til Selatraðar. Har bíðar bussur, sum koyrir gongufólkið aftur til bilarnar við høllina á Skála.
Havið egnan matpakka við.
Kl. 17:00 – Champions League Finala í bio-salinum
Hvar? Bygdahúsið á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur
Vit vísa Champions League finaluna millum Arsenal og PSG í bio-salinum.
Drykkjuvørur verða til keyps.
Kl. 20:00 – Konsert við Marius Ziska
Hvar? Bygdahúsið á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur
Leygarkvøldið 30. mai kl. 20 verður skipað fyri konsert við Marius Ziska í bygdahúsinum á Strondum.
Afturat sær hevur Marius Magnus Jóhannessen á keyboard og Kristoffer Mørkøre á bass.
Konsertin er ókeypis, og drykkjuvørur verða til keyps í barrini.
Kl. 22:00 – Pub-Quiz
Hvar? Bygdahúsið á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur
Aftaná konsertina við Mariusi, verður skipað fyri Pub-Qiuz.
Drykkjuvørur verða til keyps í barrini.
Sunnudagur 31. mai
Kl. 15:00 – Krabbaveiða á Kumlum
Hvar? Kumlar – á eystursíðuni úti í Raktanga
Havið glúp og spann við.
