Eiðistiltøk
Í viku 46 (13. til 19. november) verður Kolshøll karmur um listarliga tiltakið “Skifti 2023” Fyriskipararnir skrivað:
Tankin aftanfyri tiltakið Skifti er, at gera ein mentanarpall, har listafólk kunnu hittast, arbeiða tvørfagligt, gera nýggjar arbeiðssamansetingar og nýhugsa egnu list og framføra tað tey arbeiða við og soleiðis eisini møta mentanini og fólkinum í bygdini og teimum, ið hava hug at koma til slíkt tiltak.
Narrativi til tiltakið Skifti 2023; “Mistela og hennara íblástur á Eiði”, verður um amerikansku listakvinnuna og rithøvundin Elizabeth Taylor, á Eiði nevnd Mistela, (1856-1932). Hon kom til Føroyar fimm ferðir frá 1895 til 1919 og fleiri ferðir til Eiðis, har hon búði øll árini undir fyrra veraldarbardaga.
Hon hevði samvirkanarárin á listafólk sum Niels Kruse, Mikkjal á Ryggi, Jógvan Waagstein og Floru Heilmann. Hon var ein sera hugvekjandi kvinna og hon hevði stóra ávirkan á Eiði og har hon kom í Føroyum.
Ein installatión er karmur um tiltakið og eitt narrativ bindir tiltakið saman í eina eind.
Fyriskiparar av tiltakinum eru Anna Sofía og Ellindur Egilstrøð.
Brot úr skránni til tiltakið:
Hóskvøldið 16. november
Heimildarfilmurin Heartist um Sigrun Gunnarsdóttir.
Fríggjakvøldið 17. november
Dansifelagið á Látrinum
Leygardagin 18. november
Kl 10 Verkstova um mentan og list á Eiði
Kl 14 Eiðis Ljómfelag
Deil á Facebook