Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.05.2023 19:01

Skifta vøllin á Skála

Mynd: undir Mýruhjalla

Leygardagin 13. mai kl.16.00 skal vøllurin á Skála skiftast og tørvur er tí á allari hjálp, at taka núverandi graslíkið burtur. Hetta sigur Skála Ítróttarfelag frá í dag.

Uppgávan er at fáa verandi graslíkið skorið í longdir, rullast saman og pakkast.

Fyri at tryggja at nóg mikið at fólki er til arbeiði, sigur felagið at tað hevði verið gott at fólk tilmelda seg at hjálpa. Felagið syrgir fyri at arbeiðsfólkið fær okkurt drekkandi og mat á degnum.