Tíðindaskriv
Siðbundna Skechers Performance Nýggjárshálvmaraton 2024 verður runnið leygardagin 6. januar 2024.
Tað eru Roysnið og Skósølan við Gøtugjógv, sum skipa fyri hesi kappingini, sum vanliga er fyrsta rennikappingin í nýggja árinum.
Í 2024 verður runnið sama veg sum í 2023, t.v.s. frá brandstøðini á Skála kring Skálafjørðin og út á Toftir.
Byrjað verður við brandstøðina á Skála, norðast í bygdini, kl. 11. Málið er niðanfyri ráðhúsið á Toftum.
Øll yvir 16 ár (fødd í 2007 ella fyrr) eru vælkomin at luttaka. Kappast verður í hesum bólkum:
-Menn & Kvinnur (1979-2007)
-Menn & kvinnur veteranar (1969-1978)
-Menn & kvinnur superveteranar (-1968)
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya, www.fif.fo, ella við startin undan kappingini. Startnumrini verða heintaði á brandstøðini á Skála.
Til ber at skifta á brandstøðini á Skála undan startinum, og skift verður í skúlanum á Toftum, tá komið er á mál. Har verður eisini drekkamunnur og heiðursmerkjahandan.
Veðrið hava vit onga ávirkan á, og tí kunnu broytingar koma í skránna vegna veður/hálku.
Deil á Facebook