Mynd: Símun Petur Midjord Petersen
Tað hevur regna sera illa alla nátt. Og tað hevur eisini ført við sær skalvalop, sum tað sæst á myndini, har skalvalop hevur verið omanfyri kirkjugarðin í Norðragøtu.
Landsverk sigur annars soleiðis í morgun kl. 06.57, tað er ikki koyrandi á Kunoyarvegnum, Gjáarvegnum, Elduvíkarvegnum, Selatraðarvegnum, Syðradal á Streymoynni, til Skæling og til Dals. Vánalig koyrilíkindir vestanfyri Norðskálatunnulin. Og nú blot kemur í kavan, kann vandi verða fyri áarlopi, og mugu bilførarar vísa størsta varsemi. Fleiri áarlop hava verið á landsvegunum í morgun.
