Mynd: Skála Ítrótarfelag (Savnsmynd)
Skála Ítróttarfelag lýsir til eykaaðalfund tann 30. mars í bygdasalinum á Skála. Orsøkin er at tað eydnaðist ikki at manna nýggja nevnd á seinasta aðalfundi.
Skrá sambært viðtøkunum. Á fundinum verður framtíð felagsins til viðgerðar.
Viðtøkur felagsins siga, at felagið kann ikki avtakast um minst 15 limir ynskja at halda áfram.
Felagið vónar at fleiri møta til fundar, ið hava hesa áskoðan.
Deil á Facebook