Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.03.2023 07:33

Skála Ítróttarfelag funnið sína nevnd

Mynd: Skála Ítróttarfelag

Eftir eykaaðalfundin í Skála Ítróttarfelag í gjár tann 30. mars er starvsnevndin nú mannað.

Felagið sigur á heimasíðu síni, at nevndin sær soleiðis út; Jógvan Andersen, Jóannes Prestá, Petur Anker Poulsen, Sveinur Ellefsen og Rókur Nilssen. Nevndin skipar seg sjálv, og tað verður kunngjørt ein av næstu døgunum, hvussu nevndin hevur skipað seg.

Umframt val av starvsnevnd, var eitt uppskot til viðtøkubroytingar eisini lagt fram. Sambært hesum viðtøkubroytingum, verður nevndin framyvir vald á einum serskildum nevndarvali í 4. ársfjóðringi, meðan regluligi aðalfundurin sum vant verður hildin í 1. ársfjóðringi, har m.a. ársroknskapurin verður góðkendur.

Við smærri broytingum bleiv uppskotið samtykt á aðalfundinum, og verða nýggju viðtøkurnar lagdar alment út, eftir at tær eru reinskrivaðar.

Gott 50 limir vóru møttir til fund. Eftir loknan fund var høvi til eitt gott kaffiprát, og samanumtikið eru vónirnar góðar, nú lagt verður til brots í kappingarárinum hjá øllum deildum.