Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.04.2023 22:19

Skála fremst í 1.deild

Mynd: Skála Ítróttarfelag

Skála er fremst í 1.deild eftir at teir í kvøld vunnu 4-1 á heimavøllinum undir Mýruhjalla ímóti teimum næstbestu hjá KÍ. Málini skutu Carlos Felipe De Sousa Ferreira, Ari Ólavsson Ellingsgaard (2) og Meinhard Janusarson.

Teir bestu hjá NSÍ vunnu í kvøld á teimum næstbestu hjá EB/Streymi. Úrslitið gjørdist ein sannførandi 5-0 heimasigur. Málini skutu Steffan Løkin (3), Jógvan Højgaard og Meinhard Debes Geyti.

Skála er nú fremst við 15 stigum, meðan grannarnir NSÍ eru á 2. plássi við 13 stigum.