Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.07.2024 15:29

Sjúkrahúsverkið við nýggjari heimasíðu

Tíðindaskriv

Nýggja heimasíðan hjá Sjúkrahúsverkinum er nú klár til øll at brúka.

Sjukrahus.fo er pallurin har allir íbúgvar í Føroyum, sum hava tørv á sjúkrahúsviðgerð ella kanning, kunnu finna ráð og kunning, uttan mun til hvar tit eru stødd.

Tað er tænastan til tykkum øll, ið hava ørindi í Sjúkrahúsverkinum, sum er í miðdeplinum á nýggju heimasíðuni, og er hon eisini brúkaravinarlig á øllum talgildum pallum.

Nýggja heimasíðan hevur í fleiri umførum verið latin starvsfólki, brúkarum og fakfólki annars, at viðmerkja og góðkenna, og tað hevur verið gjørt fyri at tryggja smálutir. Takka verið starvsfólki í øllum Sjúkrahúsverkinum, finna tit tí greiða, einfalda og dagførda kunning, um viðgerðir, kanningar og praktisk viðurskifti í Sjúkrahúsverkinum.

Hóast vit eru komin so mikið langt við heimasíðuni, at vit meta hon er klár til tykkum brúka, viðurkenna vit samstundis, at okkurt møguliga er gloymt. Rís og Rós kassan hava vit til tykkum, at skriva viðmerkingar til okkara. Soleiðis kunnu vit støðugt betra heimasíðuna í felag við tykkum, sum brúka hana. 

Verið øll vælkomin inn á okkara nýggju heimasíðu, ið sameinir sjúkrahúsini, og gevur øllum í Føroyum dagførda kunning um Sjúkrahúsverkið.