Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.05.2025 10:29

Sjóvar kirkja fingið automatiska klokkuringing

Í nógv ár hevur kirkjuráðið søkt um at fáa automatiska klokkuringing til Sjóvar kirkju. Til fíggjarárið 2025 varð eisini søkt, og hesaferð varð tað játtað. Arbeiðið fór í gongd beinanvegin, og skipanin varð bíløgd frá Dansk Kirkeklokketeknik A/S.

Týsdagin komu tveir mans frá Dansk Kirkeklokketeknik at seta skipanina upp. Arbeiðið hevur gingið avbera væl, og er nú um at vera liðugt. 

Í dag, 14. mai, verður skipanin royndarkoyrd, og tí fara vit at hoyra kirkjuklokkuna ringja nakrar ferð gjøgnum dagin. 

Nýggja skipanin verður tikin í brúk dýra biðidag.