Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.06.2023 09:39

Silvitni hevur konsert í kvøld

Mynd: Silvitni

Týskvøldið 20. juni 2023 kl. 20.00 verður konsert við kvinnukórinum Silvitni í Auluni í Finsen. Kórið fer at framføra tónleik frá fimm heimspørtum og úr ymsum sjangrum. Tvær frumframførslur verða: tveir sangir, nýskrivaðir til Silvitni av Anne Mette Greve Klemensen, “Altíð syngur havið”, og av Sámali Matras Kristiansen, “Renn sól upp úr havi”. 

Silvitni varð stovnað í Gøtu í september 2020. Tær tá átta kvinnurnar settu sær fyri at syngja góðan og avbjóðandi kórtónleik saman, frá øllum møguligum tíðarskeiðum og mentanum. Leiðarin er chilensktfødda Cinthia Gonzáléz Parada. Kórið fevnir nú um tíggju limir úr flestu økjum og oyggjum í Føroyum: frá Kalsoynni, Eystur- og Streymoynni til Vágarnar. Kvinnurnar hava allar drúgvar royndir í kórum bæði í Føroyum og úti í heimi og umboða tríggjar ymiskar tjóðskapir – Føroyar, Týskland og Chile. 

Silvitni hevur havt nógvar framførslur seinastu tvey árini runt um allar Føroyar, bæði almennar og privatar. Í desember í fjør var Silvitni á sínari fyrstu kórferð; leiðin gekk tá til Íslands. Kórið var eisini við á G! Festivalinum í fjør, og verða tær aftur at hoyra í Fjósinum á G! í ár. Konsertin í Finsen er partur av Summartónum. Skráin fevnir m.a. um teir sangirnar, sum Silvitni sang á kórfestivalunum 2022 og 2023, har kórið vann ávikavist 1. og 2. virðisløn. Hesir sangir eru úr Japan, Mexico, Suðurafrika og Indonesia.

Cinthia Gonzáléz Parada er er útbúgvin sangari og kórleiðari. Hon syngur sjálv við í kórinum. Hon hevur prógv frá lærda háskúlanum Universidad de Talca, Chile, og hevur seinastu seks árini verið búsitandi á Strondum.

https://www.facebook.com/events/200248329587305?ref=newsfeed