Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.06.2023 10:01

Sigursrøðin hjá Víkingi Reykjavík heldur fram – Breiðablik tapti

Mind: Jggsport

Í vikuskiftinum er íslendska landskappingin farin í gongd aftur, eftir at tað hevur verið landsliðssteðgur.

Í gjár tók oddaliðið, við Gunnari Vatnhamar frá byrjar, ímóti Stjarnan á Víkingsvöllur. Víkingur Reykjavík vann ein sannførandi 2-0 sigur, har Gunnar leikti 72 minuttir áðrenn hann var útskiftur.

Eftir dystin segði venjarin, Arnar Gunnlaugsson, at kreftirnar hjá Gunnari vóru brúktar og tað sást, at hann nýliga hevði leikt tveir landsdystir fyri Føroyar.

Longu fríggjakvøldið leikti Breiðablik, tá teir á útivølli taptu ímóti HK Kópavogur í Kórinhøllini. Breiðablik er eitt av liðunum, sum royna at elta oddaliðið Víkingur Reykjavík. Men úrslitið gjørdist ein skuffandi ósigur á 5-2 til heimaliðið HK Kópavogur.

Klæmint A. Olsen byrjaði á beinkinum og kom á vøllini í 62 minutti.

Komandi uppgáva hjá Víkingur Reykjavík er í landskappingini hósdagin 29. juni á útivølli móti Fylkir.

Meðan Breiðablik skal leika innleiðandi umfar til Champions League týsdagin 27. juni ímóti Tre Penne frá San Marino á Kópavogsvöllur.