Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.05.2024 20:39

Siglingarloyvi til Føroyabanka 2024

Vørn

Kunngerð um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka 2024 er lýst.

Vørn skal í hesum sambandi kunna um, at sbrt. § 8, stk. 2 í kunngerðini er tað krav, at fiskifør, sum fara á Føroyabanka, hava galdandi siglingarloyvi, sum eisini fevnir um Føroyabanka.

Fiskiloyvi verða tí einans útskrivað til eigarar av fiskiførum, sum kunnu vísa á galdandi siglingarloyvi fyri Føroyabanka.

Kunngerðin kann lesast her:

https://kunngerdaportalur.fo/Umbraco/surface/Document/GetDocument?id=5092