Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.10.2026 22:33

Kvinnur og ADHD/ADD – tað, tú ikki sært

ADHD felagið

“MEN TÚ KLÁRAR TEG JÚ SO VÆL?” 

Hon hevur útbúgving, arbeiði og familju. Hon tekur ábyrgd og fær gerandisdagin at hanga saman.

Men hvussu hevur hon tað, meðan hon klárar seg?

Í ár snýr ADHDtilvit seg um kvinnur og ADHD – tað, tú ikki sært, tá ADHDfelagið bjóðar til alment tiltak í Perluni í Tórsgøtu hóskvøldið 22. oktober kl. 19.00–21.30.

Vit fara at tosa um, hví gentur verða sæddar seinni enn dreingir, um masking og mistrivnað, um langar bíðitíðir og um heilsujavnstøðu. Og vit fara at tosa um nakað, sum alt ov leingi hevur fingið ov lítla rúmd í ADHDkjakinum: kvinnukroppin, syklus og hormonir. 

Á skránni er framløga og serfrøðingaprát við Katrin Kallsberg, lækna í kvinnusjúkum og Tormóði Stórá, yvirlækna á Psykiatriska deplinum.  

Vit hava sofaprát við Duritu Fagradal Augustinussen, Saranju Hammer og Maluni Mohr. Tríggjar kvinnur, sum eru ymsa staðir í lívinum, tó hava tær ADHD til felags. Vit spyrja millum annað, hvat skal til, fyri at tær ikki bara skulu klára seg, men eisini hava tað gott.

Ein serligur gestur kemur á gátt. 

Sum siðvenja er, lata vit eina ADHDviðurkenning til eina eldsál, sum hevur gjørt nakað serligt fyri ADHD/ADD í Føroyum.

Elin í Stórustovu, sum seinastu tíðina hevur framleitt poddvørp um ADHD/ADD í samstarvi við Sjúkrahúsverkið, leiðir kvøldið saman við Bjørg Dam, forkvinnu í ADHDfelagnum.

Tiltakið verður stroymt á hesari leinkjuni: https://www.youtube.com/live/nT5a2zdW3yw

GG! Sofaprátið verður tó einans stroymt til limir í ADHDfelagnum, sum fáa leinkjuna við telduposti. Enn ber til at tekna seg sum lim á adhd.fo.

Øll eru hjartaliga vælkomin – kvinnur og menn.

Nær: Hósdagin 22. oktober 2026 kl. 19.00–21.30

Hvar: Perlan í Tórsgøtu, Tórshavn

Kostnaður: Ókeypis

Eru spurningar, ber til at skriva til adhd@adhd.fo ella ringja 211428

LEINKJA TIL TILTAKIÐ Á FACEBOOK

Spjaldur