Mynd: Eysturoyarportalurin (Savnsmynd)
Sigatindur og Olga Maria hava landað í Leirvík í dag.
Sigatindur hevði fiskað gott 63.000 pund, har veiðan var mest toskur og hýsa og við nakað av reyðsprøku og tungu uppií. Meðan Olga Maria hevði fiskað gott 45.000 pund, har mesta veiðan var toskur og hýsa, tó við nakað av longu og reyðsprøku uppií.
Báðir bátarnir hava roynt norðanfyri Føroyar. Og byrjaðu teir túrarnir 5. apríl.
