Sigatindur, sum hevur roynt eystanfyri, landaði gott 23.000 pund í gjár.
Veiðan var mest havtaska, tunga, reyðsprøka og toskur. Teir byrjaðu túrin 20. mai.
Eisini Jens Leon, sum hevur roynt norðan- og eystanfyri Føroyar, landaði í gjár.
Teir høvdu fiskað gott 24.000 pund. Veiðan hjá teimum var mest toskur, longa og upsi. Teir byrjaðu túrin 17. mai.