Aftur í ár er e-Nám Sangleikabreytin í Fuglafjarðar skúla fegin um at kunna bjóða til ein stóran og spennandi leik. Frá 20. mars og fram ímóti páskafrítíðini sýnir breytin fram ”SHREK The Musical” í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Sangleikurin er so heilt avgjørt fyri øll – bæði stór, smá, ung og gomul. Leikurin, ið tekur umleið 2 tímar, er bygdur á stuttliga og øðrvísi ævintýrfilmin hjá Dreamworks frá 2001. SHREK hevur alt tað, ein stórur og góður leikur skal hava: Sjónleik, tónleik, sang, dans, tøkni – og ikki minst verður sera nógv gjørt burturúr búnum og palli! Næmingarnir spæla og syngja, og fakfólk saman við næmingum, foreldrum og avvarðandi taka sær av búnum og palli.
Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond. Tað eru 28 næmingar á e-Nám Sangleikabreytini í ár. Teir eru úr Fuglafjarðar skúla og skúlanum við Streymin.
Atgongumerki til almennu sýningarnar eru til sølu á atgongumerki.fo.
