Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.04.2026 21:34

Seyðahundasamband Føroya havt aðalfund

Seyðahundasamband Føroya

Seyðahundasamband Føroya hevði aðalfund sunnudagin 12. apríl í ÍSF-húsinum, og uppmøtingin var góð.

Fyri valið stóðu Anna Sofía Fjallheim og Tóki Berg Mikkelsen. Anna Sofía Fjallheim tók við afturvali, men Tóki Berg Mikkelsen stillaði ikki uppaftur, og í hansara stað kom John Arne Svabo Samuelsen.

Einasta broyting í nevndini varð sostatt, at John Arni Svabo Samuelsen kom beinleiðis inn fyri Tóka Berg Mikkelsen sum peningarøkil.

Nevndin sær soleiðis út:

Jónstein Petersen, formaður

Tummas Jacobsen, næstformaður

Anna Sofía Fjallheim, skrivari

John Arne Svabo Samuelsen, peningarøkil

Sigtór Dam, nevndarlimur

Brandur Klettskarð í Kongstovu, eykalimur

Hans Jóhann Sørensen, eykalimur

Nevndin í Seyðhundasambandi Føroya vil takka Tóka Berg Mikkelsen fyri tað stóra arbeiði hann hevur gjørt fyri Seyðahundasamband Føroya og ynskir honum blíðan byr í framtíðini.

Nevndin