Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.05.2026 17:17

Setan av framsýning um tann føroyska bátin

Runavíkar kommuna

Í samband við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu varð nógv gjørt burturúr einari útiframsýning av føroyska bátinum. Framsýningin varð sett í Mentanarvikuni, og verður standandi til summarið er av. Ynskið við framsýningini er at seta sjóneykuna á týdningin av føroyska bátinum og bátasiðvenjuni. Í 2021 varð siðaarvurin hjá føroyska bátinum innskrivaður á UNESCO-listan fyri umboðandi siðaarv hjá mannaættini.

Røða sum Rógvi Nybo flutti fram til setanina

Føroyski báturin er ikki bara eitt far úr træi. Súðubygdi báturin hevur á meira enn ein hátt ført okkum higar vit eru í dag – hann er eitt livandi minni um hvørji vit eru, hvagani vit eru komin, hvussu lívskorini hava verið og hvussu samfelagið hevur ment seg síðani landnám.

Tá vit hyggja at honum, síggja vit ikki bara ein bát, men farvegin eftir teimum, ið vóru áðrenn okkum; teimum, sum valdu at draga knørr úr neysti og rógva út í óvissuna við dirvi, vón og treiskni.

Upprunin til føroyska bátin røkkur langt aftur í tíðina, heilt til víkingaøldina. Hann er gjøgnum fleiri árahundrað evnaður til føroysk viðurskifti. Hann er skapaður úr somu grundhugsan – smidligur, lættur og sterkur, bygdur til at klára harðan sjógv og skiftandi veður. Men tað, sum ger føroyska bátin serstakan, er ikki bara sniðið – tað er handalagið, vitanin og siðvenjan, sum er borin víðari frá ættarliði til ættarlið.

Í øldir hevur báturin verið lívæðrin í føroyska samfelagnum. Við honum fóru menn til fiskiskap, sum gav mat á borðið, og við honum varð ferðast millum bygdir, tá eingir vegir vóru. Hann hevur bundið oyggjarnar og fólkið saman og gjørt tað møguligt at byggja tað samfelag, vit kenna í dag.

Tí er torført at ímynda sær Føroyar uttan føroyska bátin – hann er ein partur av okkara grundvølli – av okkara tjóðskaparliga arvastrongi.

Men fyri nógv av okkum er báturin eisini nakað persónligt. Hann minnir okkum á summardagar við róðri, á kappingar og felagsskap, á spenningin, tá startskotið fer, og á gleðina við at arbeiða saman sum eitt lið. Báturin hevur fyri nógv verið ein staður, har vit læra um ábyrgd, samstarv og virðing fyri náttúruni og hvørjum øðrum.

Abbi mín, ið varð ættaður úr Hesti, keypti í 1977 ein seksæring, ið Marius Clementsen av Sandi hevði smíðað til hansara. Hesin bátur var á nógvan hátt stoltleiki hansara, og nýtti hann bátin til útróður, eftir at hann fór á pensjón. Fleiri av mínum eldru sysktinabørnum hava róð út saman við abbanum, og hava har við lært eina rúgvu um bæði bát og útróður. Eg var ov ungur at fáa lut í hesum, men eg minnist enn, at tað var stór løta at renna oman í bátahylin at taka ímóti, hvørja ferð hesin flotti seksæringurin kom aftur.

Eftir at abbi mín gavst at rógva út fyri aldur – tá hann hevur verið um tey 80 árini – stóð báturin meira og meira í neystinum. Sum so nógvir aðrir føroyskir bátar nú gera. Tó varð hann á hvørjum ári flotaður til onkran lítlan túr og til árligu Regattasiglingina av Eiði til Hósvíkar.

Fyrstu árini vóru nógvir føroyskir bátar við í hesari sigling, men so fækkaðust teir skjótt í tali. Í takt við at “gardinubátarnir” gjørdust fleiri og fleiri, vaks áhugin og virðingin fyri hesum vakra stóra føroyska bátinum tó. Varð báturin ikki við eina árið, varð spurt eftir honum – og tað var viðmerkt, at hann manglaði í fylginum.

Tí ein føroysk regattasigling er fyri mær púra innantóm, um ikki føroyskir bátar í ymiskum støddum eisini eru í fylginum. Tíbetur eru serliga róðrarbátarnir blivnir nógvir í tali í hesum høpi, og er tað ein siðvenja, ið hevur tikið seg upp at rógva henda teinin – og gjarna víðari til Nólsoyar.

————

Mentanarvikan hjá Runavíkar kommunu er í ár ein sansalig bumba. Tá vit leggja vikuna til rættis, miða vit eftir at tiltøkini skulu tala til allar sansir, áhugar og aldrar. Tiltøkini – sum í ár eru yvir 180 í tali – skulu fáa okkum at steðga á eina løtu.

Tey skulu – helst – fáa okkum at undrast, at kenna, at gráta og flenna. Tey skulu vera eitt høvi hjá okkum at steðga á eina løtu og geva gætur: hvørji vit vóru fyrr og hvørji vit eru í dag og hví vit eru her.  At vitja støð, vit sjáldan ella ongantíð annars høvdu vitjað – at leggja til merkis hvørjir fuglar flúgva her um leiðir, hvat grør ella fæst at grógva og hvat vit megna at skapa við okkara hondum, evnum og vitan.

Í ár eru fleiri tiltøk, ið á onkran hátt eru relateraði til handverk av ymiskum slag. Tí metti eg eisini, at ein framsýning av føroyska bátinum hóskar serstakliga væl til at byrja í mentanarvikuni. Tí út frá føroyska bátinum kunnu vit siga alla søguna um okkum sjálvi. Her hava vit søgu og siðaarv, snøgt og vælgjørt handverk, lív og deyða, gleði og sorg, samferðslu, mentan, list, tilfeingi og matgerð.

Framsýningin um tann føroyska bátin verður standandi eftir mentanarvikuna. Tað er okkara egna Anette Sonne, ið er kurator fyri hesa framsýningina, og so hegnisliga hevur fingið sett alt upp. Framsýningin er vorðin veruleiki í einum tøttum samstarvi millum Visit Runavík, har Mass Hoydal hevur verið primus motor og Tjóðsavnið.

——-

At føroyska bátasiðvenjan í dag er viðurkend og vardur av UNESCO er ein stórur heiður – men eisini ein áminning. Ein áminning um, at hetta ikki er nakað, vit kunnu taka fyri givið. Tað er okkara ábyrgd at varðveita hesa siðvenju, at læra hana víðari til børn okkara og tryggja, at føroyski báturin  – bæði handverkið og siðvenjan – framvegis hevur ein natúrligan og livandi leiklut í samfelagnum.

Føroyski báturin er ikki bara fortíð. Hann er nútíð og hann er eisini framtíð. Og so leingi vit halda fast í honum, halda vit eisini fast í ein part av okkum sjálvum.

Føroyski báturin eigur lívið í okkara forfedrum. Tí eiga vit í dag lívið í bátinum.

Við hesum orðum lýsi eg framsýningina av føroyska bátinum at verða setta.