Firum
Hevur tú áhugaverd granskingarúrslit, sum tú kundi hugsa tær at lagt fram á ráðstevnuni Vitan til varandi aling? So er at senda okkum ein samandrátt av framløguni.
Endamálið við ráðstevnuni, er at savna granskarar og fakfólk, sum arbeiða við ella hava áhuga fyri viðurskiftum, ið eru knýtt at alivinnuni.
Firum fyriskipar ráðstevnuna, og sum liður í fyrireikingunum er ein vísindanevnd sett og í henni sita Unn Laksá frá Sjókovanum, Eilif Gaard frá Havstovuni, Debes Hammershaimb Christiansen frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Bárður Joensen frá Fróðskaparsetrinum og Ása Jacobsen frá Firum.
Fyri at fáa eina so áhugaverda og viðkomandi skrá verður tí heitt á granskarar og fakfólk, ið ynskja at leggja granskingarúrslit og nýggja vitan fram, um at senda okkum ein samandrátt av framløguni – eitt sokallað abstract. Samandrátturin skal í mesta lagi verða 400 orð og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 29. september 2024.
Vit hugsa at yvirskipaðu evnini kunnu fevna um:
Tøkni
Tann menning og teir møguleikar, sum tøknin hevur givið, hevur havt avgerandi týdning fyri vøksturin av alivinnuni seinastu árini. Menningin av tøkni hevur eitt nú givið vinnuni nýggjar møguleikar at framleiða stór smolt, eins og tøknin hevur verið grundarlag undir nýggjum alimøguleikum á sjónum. Eisini er tøknin grundarlag undir nýggjum alivinnum.
Umhvørvi og vælferð
Umhvørvi og vælferð, eru sentralir tættir í alivinnuni, og fevna hesi evni bæði um at lýsa vistskipana, sum alingin er í, árin frá alivirkseminum á vistskipanina og hvussu umhvørvi ávirkar alivinnuna og fiskavælferðina. At at tryggja vælferðina hjá aliverum er grundleggjandi fyri burðardygd og skynsama matvøruframleiðslu. Harafturat eru broytingar í veðurlagnum nakað sum kann fáa ávirkan á alivinnuna og framtíðar møguleikar.
Búskapur og samfelag
Hvønn týdning hevur alivinnan á búskap og samfelag, og ber til at tengja búskaparligar avleiðingar at umhvørvisligum viðurskiftum og náttúruni? Og hvussu við marknaðarkrøvum og hvørji krøv verða sett alivinnuni um burðardygd? Hetta er evnir, ið kundu verið áhugaverd at hoyrt meiri um.
> Trýst her fyri at fáa meiri at vita um hvussu tú sendir ein samandrátt við uppskoti til framløgu á ráðstevnuni Vitan til varandi aling.
Samandrátturin verður síðani mettur av skikkaðum granskarum og so verður mett um, hvørt pláss verður fyri framløguni á ráðstevnuni.
Væntast kann, at umsøkjarin fær svar í seinasta lagi 10 oktober 2024.
Ráðstevnan verður á Hotel Hilton 8. november 2024.
Eru spurningar ella ivamál um evnið ella ráðstevnuna, vinarliga set teg í samband við Ólav í Geil, ráðstevnu samskipara á 289796 ella olavurg@firum.fo
Deil á Facebook