Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.04.2024 10:07

Semjuskjal um heilsugransking og undirvísing

Mynd: Fróðskaparsetur Føroya

Tíðindaskriv

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hava skrivað undir semjuskjal um framhaldandi skipað samstarv um heilsugransking og undirvísing

Avtalan millum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetrið um heilsugransking og undirvísing er ein av fortreytunum fyri, at Sjúkrahúsverkið kann gerast universitetssjúkrahús.

Í fleiri ár hevur Landssjúkrahúsið verið útbúgvingarstaður, og samstarvsavtalur hava verið millum Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Í sambandi við, at umskipanir hava verið á heilsuøkinum, har Heilsugranskingareindin er sett á stovn, er tørvur á at gera nýggja samstarvsavtalu millum Fróðskaparsetrið og Sjúkrahúsverkið.

Fríggjadagin varð avtala undirskrivað, har landsstýrisfólkini eru samd um, at avtala skal gerast ímillum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetrið um samstarv viðvíkjandi heilsugransking, útbúgving og vitanardeiling v.m.

Avtalan kann lesast her.