Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.10.2024 08:22

Seks stig hevði verið framúr

Fótboltssamband Føroya

Aftaná venjingina týsdagin fekk FSF varpið orðið á Sølva Vatnhamar, sum sjálvandi vónar, at Føroyar fáa seks stig ímóti Armenia og Lettlandi.

Hýrurin í føroysku landsliðsleguni er góður, nú tað styttist til UEFA Nations League dystirnar móti Armenia og Lettlandi.

Føroyski hópurin savnaðist á middegi mánadagin, og síðani hava tvær venjingar verið á skránni.

Aftaná venjingina týsdagin fekk FSF varpið orðið á Sølva Vatnhamar, ið millum annað bjóðar Brandi Olsen og Jóannesi Bjartalíð væl afturkomnum á landsliðið.