Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.11.2024 07:30

Seinasta ferðin – í einum appilsingulum Renault til Fraklands

Filmsfelagið

Hóast heitið á mikudagsfilminum í Filmsfelagnum er ”Seinasta ferðin”, er hetta næstseinasti filmur fyri jól. 

”Seinasta Ferðin” er ein lívsjáttandi og hjartanemandi heimildarfilmur um at leita eftir og finna aftur eina mista lívsgleði, og um tey sterku bond, sum kunnu knýtast millum børn og foreldur. 

Filmaða søgan, har høvuðspersónarnir eru og spæla einki annað enn seg sjálvar, verður søgd og sýnd við gleði og hjartagóðsku. Feel-good søgan er blivin hin best umtókti heimildarfilmurin í svensku filmsøguni.

Eftir at hava verið lærari í fronskum í Köping í fjøruti ár, fer Lars Hammer á pensjón. Nú ætlar hann sær at ferðast, njóta vín og at uppliva lívið av nýggjum saman við konuni Tiinu. Men tær hugsaðu gleðirnar, sum nú skuldu standa fyri, verða gjørdar til skammar, tí Lars verður sitandi heima í hvílistólinum. 

Hann hoknar so mikið í stólinum, at Tiina og sonurin, Filip, hava ilt við at kenna aftur hin lívskáta mannin og pápan, sum altíð stytti teimum stundir við skemti. 

Men nú setir sonurin sær nakað fyri. 

Saman við starvsfelagnum og vinmanninum, Fredrik, ætlar Filip at fara eina seinastu ferð við pápanum til tað landið, sum er fremst í huganum hjá einum og hvørjum fransktlærara – Frakland. 

Í einum appilsingulum Renault 4, sum hevur sæð betri dagar, koyra teir somu leið, sum tey gjørdu, tá Filip var lítil. 

Í vónini at tendra aftur lívsgleðina hjá Lars, laga vinmennirnir tað soleiðis, at bestu løturnar frá gamla biltúrinum í Fraklandi verða endurskaptar, og støðugt at royna, at fáa alskin hjá Lars til alt, ið er franskt, at kykna aftur. 

Við sær á ferðini hava Filip og Fredrik einki annað enn bjartskygni, uppfinnsemi og gamla franska bilin. 

Nú byrjar ævintyrið!

Seinasta ferðin er svenska Oscaruppskotið í 2025.

Á altjóða filmstevnuni í Haugesund í august í ár, vann filmurin “Gledessprederen” við hesum orðum:

”Dette er en af de film, som formår at sætte hele biografsalen i samme gode elektriske stemning, med både gråd og latter. En fantastisk film at opleve sammen der virkeligt viser, at film er bedst i biografen, og som er blevet fremhævet af alle, som har set den på festivalen. Filmen er simpelthen en hyldest til livet, en varm film om et varmt menneske, som bliver efterårets feelgood-dokumentar i biograferne!” 

Filmsfelagið 4/12 kl 20:00 Seinasta ferðin (Den sista resan Filip Hammar og Fredrik Wikingsson Svøríki 2024 90 min)

Spjaldur