Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.05.2024 09:39

Sea Spirit til Funnings fyri fyrstu ferð

Mynd: Runavíkar Havn

Runavíkar Havn

Í gjár kom eitt ferðmannaskip á Funnings. Runavíkar Havn skrivar soleiðis:

Í morgun kl. 9 kom ferðamannaskipið Sea Spirit frá reiðarínum Posedion Expeditions til Funnings fyri fyrstu ferð. Hetta er annað skipið av trimum, sum koma til bygdina í ár.

Aftur hesaferð gjørdi lokala cruisetoymið eitt framúr gott arbeiði við at taka sær væl av gestunum, ið fóru sera væl nøgdir í smábátarnar aftur kl. 16 í dag. Vitjanin er skipað eftir einum serstøkum leisti, har dentur verður lagdur á at tryggja eitt sosialt burðardygt tiltak. Hond verður tikin um upplivingina hjá ferðafólkunum, frá tí tey koma, til tey fara.

Plattahandanin fór fram á kaiini, har umboð frá skipinum, umboðsfelagnum FMS og Runavíkar havn luttóku.

Dagurin gekk sera væl, og vit ynskja Sea Spirit, manning og ferðafólki eina góða ferð víðari.

Myndir: Runavíkar Havn