Mynd: Sjovar.fo
Mikukvøldið 9. november klokkan 19.30 skipar Stranda sangkór fyri sangløtu í nýumvældu forhøllini í Stranda skúla, eisini kalla Borgin.
Stranda sangkór er kór undir Stranda kvøldskúla. Hetta kvøldið fer kórið at framføra nakrar sangir, sum tey hava vant í heyst.
Ásbjørn Berthelsen, kórleiðari, sigur at heystsangskráin er fjølbroytt. Vit fara at sygja nakað av siðbundnum føroyskum kórsangi, okkurt nýggjari tilfar og okkurt útlendskt.
Eisini verður felagssangur á skránni, har øll sleppa at syngja við.
Sangløtan er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.
Deil á Facebook