Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.07.2026 22:58

Sandurin ov lítil til G! (Myndir)

Mynd: Eyp.fo

Í komandi viku byrjar ársins G! festivalur, har høvuðsnøvnini m.a. skulu framføra á stóra pallinum á Sandinum í Syðrugøtu.

Men í longri tíð hevur sandurin verið ov lítil, tí veður og vindur ikki veruliga hevur spælt við í seinastuni, og tískil er nú neyðugt við átøkum at vaksa um sandin munandi.

Sum skilst, so kemur stóri pallurin til Syðrugøtu hósdagin, og tá má sandurin verða so mikið stórur, at hann trygt kann standa uttan at sjógvurin kann arga fyrireikingarnar.

Tí vórðu menn í dag farnir til arbeiðis at vaksa um sandin, sum myndirnar eisini vísa.

Myndir: Eysturoyarportalurin