Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon
Leygardagin 26. september verður Meginskúlin á Sandi karmur um “Sandoy saman á súkklu” ein familjudag við súkkling, spæli og aktivitetum, har børn, vaksin, nýbyrjarar og royndir súkklarar kunnu vera við.
Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon bjóðar leygardagin frá kl. 10.00 til 15.00 øllum áhugaðum til Sandoyar til ein øðrvísi súkkludag.
Endamálið er ikki at kappast um at koma fyrst á mál. Tvørturímóti er ætlanin at fáa fleiri børn og vaksin út at røra seg, royna súkkluna og samstundis hava ein góðan dag saman.
Vit vilja vísa, at súkkling er fyri nógv fleiri enn tey, sum súkkla kapping. Tú kanst koma við børnunum, royna ein stuttan túr, taka eina størri avbjóðing, ella bara vera við til ein hugnaligan familjudag. Tað týdningarmesta er, at øll kunnu vera við á sínum egna støði, sigur Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon.
Frá 5 kilometrum til 90 kilometrar
Allar súkkluruturnar hava útgangsstøði við Meginskúlan á Sandi, og luttakararnir velja sjálvir, hvussu stór avbjóðingin skal vera.
Til børn er ein 5,5 km barnaruta, og ein 17,6 km byrjanarruta er ætlað nýbyrjarum, familjum og teimum, sum vilja royna seg á einum longri túri.
Harumframt eru fýra rutur runt á Sandoynni:
Skopun – 13,2 km
Skarvanes – 21,1 km
Skálavík – 24,1 km
Dalur – 32,3 km
Ruturnar kunnu eisini setast saman. Tey, sum veruliga vilja bjóða sær sjálvum av, kunnu súkkla allar fýra og koma upp á tilsamans 90,7 kilometrar.
Eingin tíðtaking er, og hvør einstakur velur sjálvur rutu og ferð.
Nógv annað enn súkkling
Miðdepilin fyri dagin verður við Meginskúlan á Sandi, og tiltakið er ætlað allari familjuni eisini teimum, sum ikki ætla sær út á ein longri súkklutúr.
Við skúlanum verður millum annað hoppiborg, kreaborð og súkklubani til tey minstu, og skótar skipa eisini fyri ymiskum virksemi uttandura.
Tí ber væl til hjá einari familju at koma saman, hóast summi vilja súkkla langt, onnur stutt og onnur kanska als ikki.
Vit vóna, at fólk taka familju og vinfólk við til Sandoyar. Man nýtist hvørki at hava eina dýra súkklu, vera limur í einum súkklufelag ella hava súkklað nógv áður. Hetta snýr seg fyrst og fremst um felagsskap, rørslu og um at uppliva Sandoy á ein øðrvísi hátt.
Praktisk kunning
Tiltak: Sandoy saman á súkklu
Dagur: Leygardagin 26. september 2026
Tíð: Kl. 10.00–15.00
Stað: Meginskúlin á Sandi
Fyri: Børn, familjur, nýbyrjarar, motionistar og royndar súkklarar
Luttakarar skulu hava súkklu í góðum standi og súkkluhjálm við. Á rutum, sum ganga í vanligari ferðslu, verður eisini mælt til ljós og sjónlig klæði.
Nærri kunning og tilmelding er á www.sst.fo.
Títt tempo. Tín ruta. Ein góður dagur saman.