Maskinmeistarafelagið
KAF var hvørki til at høgga ella stinga í, tá avtornaði, og kravdi enntá, at verkfalsrætturin bleiv skerdur, staðfestir Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, eftir at samráðingarnar um SEV/IRF-sáttmálan slitnaðu í morgun.
Hann sigur eisini, at samráðingarnar hava givið greiðar ábendingar um, at KAF als ikki heldur arbeiðstíðarreglur vera ein samráðingarspurning, sum arbeiðsmarknaðurin sjálvur eigur at taka sær av. Semingmaðurin er boðsendur og skal nú royna at finna semju millum partarnar
Eftir at hava samráðst við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, í minni enn ein hálvan tíma í morgun, mátti samráðingartoymið hjá Maskinmeistarafelagnum staðfesta, at ongar vónir vóru fyri, at mótparturin fór at flyta seg nær námind tí uppskotinum til semju um nýggjan SEV/IRF-sáttmála, sum felagið spældi út við týsdagin. Tí slitnaðu samráðingarnar og boð eru send eftir semingsmanninum.
Týsdagin hevði Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, annars hampuliga góðar vónir um, at samráðingarnar við KAF fóru at bera á mál. Bjartskygnið bleiv av sonnum gjørt til skammar í morgun, tá KAF setti trumf á við einum mótuppskoti, har verkfalsrætturin skuldi avmarkast og útspælið hjá Maskinmeistarafelagnum bara var skúgvað til viks.
- Fyri okkum er tað avgerandi at tryggja limunum greiðari arbeiðstíðarreglur, ikki minst at virðingin fyri frítíð og hvílitíð verður staðfest í sáttmálanum. Eg var bjartskygdur, tí í nýggja sáttmálanum fyri okkara limir hjá Strandferðsluni, viðurkendi Fíggjarmálaráðið prinsipiel viðurskifti á hesum økinum, so vit kundu semjast um batar.
- Eg hevði væntað somu virðing og viðurkenning frá KAF, men tey eru hvørki til at høgga ella stinga í. Tey ætla bara at avmarka streykurættin og vilja als ikki tosa um at fáa greiðari ásetingar um til dømis frítið og hvílitíðarreglur, arbeiði í vaktarskipan, at arbeiða forskotið, tilkallivaktir, og so framvegis, sigur Arnfinn Bech.
Tí var heldur ongin orsøk at spilla meira tíð við samráðingarborðið, var niðurstøðan hjá samráðingartoyminum. - Í okkara semjuuppskoti vóru lønarkrøvini hjá okkum umleið tað sama, sum onnur feløg hava fingið, og annars hava vit at kalla bara hugsavnað okkum um arbeiðstíðarreglur og skipanir í tí sambandi, tí vit veruliga hava havt eitt ynski um at røkka nøkrum málum á hesum økinum. Men tá KAF yvirhøvur ikki vil samráðast um hesi viðurskifti, var heldur onki annað at samráðast um, og tí verða boð nú send eftir semingsmanninum, sigur Arnfinn Bech.
Saman við honum hava Regin Olsen, næstformaður í Maskinmeistarafelagnum, Magni G. Joensen, nevndarlimur, og Hallur Andreassen, felagsálitisfólk hjá SEV, sitið við samráðingarborðið yvir av Anitu Fuglø og Bjarna Mortensen, ið eru ávikavist samráðingarleiðari og fulltrúi hjá KAF.
Alternativið er lógaráseting
Arnfinn Bech harmast um samráðingarslitið, men leggur dent á, at Maskinmeistarafelagið heldur spurningurin um arbeiðstíð og skipan av arbeiðnum vera so prinsipiellan og týðandi fyri sínar limir og allan arbeiðsmarknaðin, at felagið ikki bara uttan nakað fer at lata sær lynda, at frambrot á hesum økinum verða køvd av KAF. - Greiðar arbeiðstíðarreglur – ikki minst reglur fyri, í hvønn mun og fyri hvønn prís arbeiðsgevarar skulu kunna hava ræði á frítíðini hjá sínum starvsfólkum – eru eftir mínum tykki so grundleggjandi á einum skipaðum og vælvirkandi arbeiðsmarknað, at tað kanska var rættast, at hava lógarfestar minimumsreglur fyri hesum.
– Tí verður tað tann vegin, altso mótvegis politisku skipanini, vit noyðast at appelera, um sáttmálamótparturin ikki heldur, at tað her er talan um viðurskifti, ið arbeiðsmarknaðurin sjálvur eigur at finna út av at skipa ígjøgnum sáttmálasamráðingar. At tað er støðan hjá KAF, hava samráðingarnar hesa ferð í hvussu er givið greiðar ábendingar um, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum.
(MYND: Samráðingarnar í morgun)
Frá samráðingarfundinum í Kommunufelagnum í morgun. Stutt eftir, at rundstykki og kaffi vóru svølgd, slitnaðu samráðingarnar, og boð eru send eftir semingsmanninum. Vinstrumegin borðið er tað samráðingartoymið hjá Maskinmeistarafelagnum, Arnfinn Bech, formaður, Regin Olsen, næstformaður, Magni G. Joensen, nevndarlimur, og Hallur Andreassen, felagsálitismaður hjá SEV. Yvir av teimum sita Bjarni Mortensen, fulltrúi hjá KAF, og Anita Fuglø, samráðingarleiðari hjá KAF