Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.02.2024 21:56

Samandráttur av StÍF dystum í dag

StÍF

Bæði kvinnu- og mansliðið hjá StÍF vóru í dysti í dag.

Heimasíðan hjá StÍF hevur ein samandrátt, sum kann lesast her:

Okkara kvinnur taptu tíverri í dag ímóti Kyndil. Fyrra hálvleik leggur Kyndil seg beinanvegin á odda, og økja so líðandi um munum. Hálvleiksstøðan verður 11-19.

Komnar aftur úr steðginum, hava vit ringt við at koma ígongd, sæð útfrá stigatalvuni. Hóast vit ikki fáa okkara fyrsta mál í seinna hálveiki fyrr enn góðir 7 min. eru farnir, vinna vit hendan hálvleikin við einum máli. Endaúrslitið verður sostatt 25-32.

Nýggi leikarin, Emma Marie Vanggaard Skovmand, spældi sín fyrsta dyst fyri Stíf í dag, og gjørdist hon toppskjútti við 7 málum.

Okkara menn fingu 1 stig burturúr dystinum í dag. Fyrsti hálvleikur var javnur allan vegin, har liðini skiftust um at hava leiðsluna. Áðrenn steðgin, løgdu vit okkum á odda, og hálvleiksstøðan varð 17-15.

Seinni hálvleikur er eisini sera javnur, men hava vit munin tað mesta av tíðini. Tá ið 50 min av dystinum eru farnir, føra Kyndla-menn fyri fyrstuferð í seinnu hálvu. Dysturin verður sera spennadi, tí Kyndil førur við 1-2 málum hesar síðstu min. Tá heilt fá sekund vóru eftir, skora vit til 32-32, sum eisini gjørdist endaúrslitið.

Sera væl kempað

Viðheft eru myndir frá degnum (og einum væl nøgdum formanni saman við Stíf maskottinum) – stóra takk fyri í dag

Spjaldur