Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.12.2022 08:54

Salting og kavagrevstur í Fuglafirði og á Kambsdali

Mynd: Savnsmynd

Í sambandi við vetrarhaldið, hevur tekniska deild í Fuglafjarðar kommunu gjørt fýra tekningar, sum vísa raðfestingar fyri salting og fyri kavagrevstur í Fuglafirði og á Kambsdali. Vegastrekkini er litaði, har hvør liturin hevur eina raðfesting.

Raðfesting 1 er merkt við grønum liti.
Raðfesting 2 er merkt við appilsingulum liti.
Raðfesting 3 er merkt við gulum liti.
Raðfesting 4 er merkt við reyðum liti.
Raðfesting 5 er merkt við bláum liti.

Kavagrevstur í Fuglafirdi PDF
Kavagrevstur á Kambsdali PDF
Salting á Kambsdali PDF
Salting í Fuglafirdi PDF

Víst verður til hjálagdar tekningar.