Í morgun kl. 08.15 fekk MRCC boð, umvegis Faroe Agency, at russiski trolarin Lazurnyy bað um hjálp, tí ein av manningini hevði brúk fyri at koma undir læknahond.
Trolarin var tá staddur 230 sjómíl norðanfyri Føroyar.
Tyrlan hjá Atlantic Helicopters var send avstað og førdi mannin á Landssjúkrahúsið.
Tað tók 4 tímar og 20 minuttir, frá tí at boðini komu inn og inntil maðurin var komin á Landssjúkrahúsið.
Deil á Facebook