Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.09.2023 14:24

Russarar aftur at síggja á Skálafjørðinum

Savnsmynd (Mynd: Helgi Abrahamsen)

Tað var ein – í hesum døgum – ein heldur sjálvsom sjón, tá ið fólk hugdu út gjøgnum vindeyga fyrr í morgun, og sóu tveir russiskar trolarar koma siglandi inn eftir Skálafjørðinum á veg inn á Runavík. Talan er um russisku trolararnir Ester og Lira.

Bryggjan í Runavík hevur verið mest sum tóm fyri russisk skip síðani Landsstýrið setti havnastongsulin í gildið fyrr í ár. Russisk skip hava tó bert avmarkaðar møguleikar at sleppa í føroyska havn. Men tá talan er um maskinbrek ella líknandi, so standa havnirnar altíð opnar.

Runavíkar Havn upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at talan er í hesum førinum um maskinbrek.