Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.05.2023 07:10

Rúni og Kollur

Mynd: Toftavatn

Eftir Janus Jensen

Í bókini Góður er gamalur í ráðum – Frásagnir eftir Hans Petur Hansen í Heimistovu á Glyvrum ( Forni 1992) greiðir høvundurin frá, at eftir gamlari søgn skuldi ein maður, sum æt Rúni, búgva oman fyri Runavíkina saman við húski sínum. Hetta skuldi vera í 12. øld. Ein dagin fær hann vitjan av einum manni úr Kollafirði, sum æt Kollur. Meðan teir standa og práta uttan fyri húsini, kemur nykurin inn gjøgnum Rókina við øllum bygdarfólkinum á Toftum aftaná sær. Smbrt. søgnini kundi nykurin bæði svimja og flúgva, og hann gekk skjótari enn nakar maður kundi fylgja honum. Umframt hetta hevði hann eina serliga megi í halanum, sum gjørdi, at allastaðni har hann kom framvið, var bæði fólk og fæ drigið aftaná honum.

Hetta sama hendi eisini í Runavíkini, og skjótt setti nykurin kós gjøgnum hagan út á Toftavatn við allari rúgvuni aftaná sær. Tá tey komu framvið einum stórum kletti í haganum, datt Kollur deyður niður og var grivin har. Hesin kletturin fekk navnið Kollinsklettur. Hans Petur greiðir frá, at beint norðan fyri Kollinsklett er ein grøn fløta. Tá hann sum smádrongur plagdi at fara í kirkju á Nesi, so gekk gøtan hendan vegin. Hann mintist, at tey eldru tá fortaldu, at eftir gamlari søgn skuldi Kollur vera grivin í hesum grøna fløttinum. Smbrt. Hans Peturi dró nykurin alt fólkið við sær út á vatnið við tí úrsliti, at Tofta bygd legist í oyði tá, men var afturbygd nakað seinni.