Mentanardagar í Fuglafirði
Á mentanardøgunum verður eitt hátíðarhald við seinasta motorbátin, Erik, sum Gamli Sámal Petur lat byggja í 1921. Erik er nú settur upp, sum ein minning beint við Piddasa handil, har skiparakstur eisini hoyrdi við til virksemið. Aftur at virkseminum uppi á landi hoyrdu eisini fleri skip til fyritøkuna hjá Gamla Sámal Peturi. Millum teirra eisini seks motorbátar. Erik er seinasta “skipið”, sum enn er eftir.
Á hesum tiltakinum greiða nakrir av stigtakarunum frá søguni og verkætlanini.
Øll eru vælkomin