Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.01.2023 19:02

Runavíkar kommuna flytur bústað

Mynd: Runavíkar kommuna

Runavíkar kommuna boðar frá í kvøld, at hon hevur keypt byggningin hjá Bank Nordik í Runavík og at kommunan nú flytur frá núverandi bústaðið inn á Høgaból á Heiðavegi 54.

Kommunan skrivar soleiðis:

Í rúma tíð hava BankNordik og Runavíkar kommuna samskift um umbýti av hølum á Heiðavegi í Saltangará. Eftir uttanveltaðar metingar og eina drúgva tilgongd, gjørdust partarnir í dag endaliga samdir um, at Runavíkar kommuna keypir eyðkenda bankabygningin á Høgabóli á Heiðavegi 54. Bygningurin er staðsettur á matr. no. 73, Glyvra bygd. Samstundis er semja gjørd um, at bankin, umvegis eitt leigumál við kommununa, flytir bankadeildina í býnum inn í hølini á Heiðavegi 13, har ið VisitRunavík (Kunningarstovan) hevur hildið til í nøkur ár.

Tað var á býráðsfundinum hin 30. juni í 2022, at býráðið einmælt tók undir við at keypa bankabygningin á Høgabóli til fyrisitingina hjá kommununi, samstundis varð samtykt at selja verandi kommunuskrivstovu og at leiga BankNordik hølini á Heiðavegi 13. Fíggjarnevndin hevði á fundinum hin 27. juni 2022 – í einmæltari samtykt – latið býráðnum upp í hendur at taka endaliga støðu í málinum.

Umskipingin, sum nú liggur í kortunum, fer at taka nakað av tíð. Í løtuni fæst Spf. Byggiverk við at umvæla hølini millum Bókabúðina og komandi bankadeildina – til VisitRunavík at húsast í, og ímeðan virkar Kunningarstovan í leigaðum hølum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini í somu gøtu. Væntandi flytir VisitRunavík inn í nýggj hølir um miðjan mars. Holm Bygging fer nú undir at umvæla og seta í stand hølini, sum BankNordik í leigumáli skal virka í tey næstu árini, og væntandi kann bankin flyta av Høgabóli inn í nýggja deild á Heiðavegi 13 einaferð í apríl/mai mánaða. Tástaðni kann farast undir at flyta fyrisitingina hjá kommununi inn á Høgaból, og væntandi kann tað, um alt gongur eftir ætlan, gerast fyri summafrítíðina í ár. Verandi kommunuskrivstova verður lýst til sølu í almennum útboði, og kann tann sølan avgreiðast sum tað seinasta í hesi manøvruni, ið kemur at ávirka gerandisdagin hjá lutfalsliga nógvum fólki í eina tíð. Hinvegin verður alt gjørt fyri, at tey, sum hava ørindir hjá hesum ymsu høpunum, koma at vera so lítið ávirkað av umskipingunum sum yvirhøvur gjørligt.

Bankabygningurin á Høgabóli er bygdur miðskeiðis í 80´árunum í hinari øldini. Johan Hansen – Hanni í Bankanum róptur – var tá deildarleiðari í økinum. Onnur, ið hava sitið fyri deildini sum leiðarar, eru Gorm Nielsen, Leivur Højgaard og hesi seinru árini Sæunn L. Nolsøe. Sambært skjølum hava Albert Isfeld, Jórun í Dali og Landsbyggifelagið teknað og ráðgivið. Nú BankNordik leitaði eftir meiri tíðarhóskandi hølum til sítt virksemi, og Kommunuskrivstovan á Heiðavegi 26 var vorðin ov lítil til fyrisitingina hjá kommununi, varð hildið, at hetta umskiftið hølisliga kundi gerast ein vinningur fyri báðar partar. Kommunan keypir bygningin á Høgabóli fyri 19 milliónir krónur, og bara marknaðurin ger av hvussu mikið ið Heiðavegur 26 kann seljast fyri.