Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.05.2023 15:34

Ruddingardagur verður á Eiði í næstu viku

Mynd: Eiðis kommuna

Árligi ruddingardagurin í Eiðis kommunu er í ár settur at vera týsdagin 23.05.2023. 

Dagurin byrjar í Hólmanum við fisk og kips til øll, ið taka lut í ruddingini. Møtt verður kl. 17.00.
Síðan verður farið at rudda í og kring bygdirnar frá kl. 17.45 til uml. Kl. 20.00.

Dagurin endar uml. kl. 19.45. Øll, ið hava luttikið í ruddingini savnast aftur í Hólmanum har kommunan bjóðar hvørjum húski eina plantu. Eisini verður ein kaffimunnur og saft til børnini. 


Útflýggjaðir verða ruskposar og handskar á staðnum, har byrjað verður, sum fólk kunnu taka við sær.